Ræðumyndin er fólkaminking!

Nú tá ið sáttmálasamráðingar eru millum tey 5 fakfeløgini í almenna fakfelagssamstarvinum, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið.

Eg takið fult undir við at okkara pedagogiska øki og fakfelagsrørslan, fær lønarhækking.
Eg haldið at tað er púra burturvið, at landið t.e Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, ikki kunnu ganga við uppá eina lønarhækking til fakfelagsrørsluna. At bjóða eina nullloysn til fakfelagsrøðsluna er fullkomiliga langt úti og tænir ikki til nakað íkast til okkara samfelag.
Føroyskir námsfrøðingar fáa sum nú er ikki góða løn og at fara at bjóða teimun eina nullloysn, kann eg undir ongum umstøðum góðtaka.
Skerjingarnar í komandi fíggjarætaln hjá landinum, er bert at gera støðuna verri hjá tí vanliga fólkinum, tí allir hesir skattir, sum vera sum lagt oman á fólkið er drepandi. Vit skulu heldur geva nakað eftir og stegað sparinginum og harvið fáa vit gongd á fíggjarhjólini aftur.
 Síðani kunnu vit hyggja frameftir, tað er skilagóður fíggjarpolitikkur. Eitt er vist um tað sum nú fer fram í okkara samfelag, kemur av hava hópflyting av landinum við sær og tað er tann ræðumyndin sum eg stúri fyri.
 Tí um verkfall verður fer tað ikki at tæna nøkrum av pørtunum. Vit vit øll hvussu illa stødd fólkið verður, bæði við atliti til sjúkrahúsverkini, barangarðar og okkara skúlaøki, tað eru børnini og tey veiku sum eitt verkfall fer at raka mest.
 Samstundis haldi eg at báðir partar skulu taka atlit til útjaðaran, havi sjálvur búð í Vági í 27 ár og minnist væl, hvussu avskorið tað var, tá ið verkføll vóru í fleiri vikur uttan nakað ferðasamband við meginøki.
Hetta fer serliga í hesum tíðum at gera stóran skaða í Suðuroy og í Sandoy. Tí eri eg ímóti at td. Smyril verður lagdur. Men, hinvegin má eitt møguligt verkfall geva úrslit sum flyta mørk. So, nemt er tað ikki.
 Vit hava øll merkt sviðan av heum sparingum og tað hevur gingið út yvir okkara veiku, t.e er eldri og okkara børn.
Fari tí at heita á fíggjarmálaráðið og kommunala arbeiðsgevarafelagið, um at ganga við til ein skilaloysn og at geva eina lønarhækking til fakfelagsrørsluna.