Ræðuligt einsemi

1. partur

Eg fari við hesum at avdúka eitt ræðuligt einsemi og fylgjurnar. Ætlan mín við hesi frágreiðing er at fáa greitt tykkum frá mongu syndarligum mannalagnum, ið tey einsamøllum í øllum aldri og samfelagsbólkum, koma út fyri í tí dagliga lívinum, og grundir fyri teimum og tær álvarsligu fylgjur, ið standast av ræðuligum einsemi. Hvat viðvíkur mannalagnu upp í fleiri bólkar, í mótgongd og viðgongd úti í landshúsarhaldinum.

Tó er tað ræðuligt, at menniskju við góðari mannalagnu persónliga gera gjøldur burturúr teimum við ringari mannalagnu, ið skaðar hesi fyri lívið, tá nógv einsamøll mistu tey, hesi vóru góð við.

Soleiðis er ídag í okkara samfeløgum úti í landshúsarhaldinum, tí eiga øll einsamøll ikki at hava samband við tey skaðafróðu, ið ikki vilja viðurkenna og virða okkum í tí dagliga lívinum um alt landi. Tað eiga øll einsamøll at gera sær púra greitt við at fáa samband við onnur einsamøll, ið eru í somu støðu, sum ein sjálvur/ur, hvat ið nógv royna ídag um alt landi í góðum verskapi og sosialari samveru. Tað eru nógv, ið liva í góðum fíggjarligum og sosialum korum, ið hava høvuðsleiklutin, at so nógv einsamøll koma at liva og virka í fátækradøminum, les og hoyr og síggj fremmand bløð og fjølmiðlar.

Tað hevði alt verið ørðvísi um alt landi, um øll, ið hava góða mannalagnu settu seg inn í støðuna hjá teimum, ið ringa mannalagnu hava, tí tit læra nógv meira av teimum við praktisku lívsroyndunum enn øvugt. Tað hevur týdning at fáa skipað solidaritet ímillum menniskju, og at øll vísa forstáilsi og virðing fyri hvørjum øðrum, soleiðis sum vit eru skapt og skikkaði, ymisk, ið hava so nógv til felags. Gera vit ikki tað so elva vit hesi neyðars menniskju til at fremja drykkjuskap og kriminalitet, og lógloysi, ið rakar okkum øll, og samfelagið úti í landshúsarhaldinum, tí tit ikki vilja hjálpa teimum.

Einsemi og at fáa samband við onnur menniskju er størsti og álvarsligi trupulleikin hjá øllum einsamøllum, ið førir til alt tað omanfyri nevnda og nógv afturat, ið ein kundi nevnt av fyribrigdum. Tað eru túsund av einsamøllum dreingjum, gentum, kvinnum og monnum, ið hava trupulleikar við at fáa samband við onnur menniskju, tí vit ikki vilja gera okkum greitt, hvussu nógv vit hava brúk fyri hvørjum øðrum. Men sum sag, alt hetta verður framt, tá ið tey mongu gerast kriminell nýta drykkjuskap og stoffir, ið førir tey út í tað meira álvarsama, tá vit lesa, hoyra og síggja fremmand bløð og fjølmiðlar. Tað kemst av tí, at øll hesi ikki hava tað nógv gott við seg sjálvi og familju, vinum og kenningum, ið førir til skilna teirra millum, tá vit ikki geva okkum fær um hvønn annan í tí dagliga lívinum, ið er ein veruleiki. Tað eru túsund av einsamøllum, ið enda sínar dagar í fongslum, á statssjúkrahúsum og á stovnum.

Ein sjálvur hevur upplivað í Danmark og Føroyum fyrst í 70 árunum, hvat ein ikki hevði uppiborið. »Innisperraður.« Tað er alt annað enn stuttligt at uppliva tvangsinnleggjan og verða mental-kannaður av sálarfrøðingi og sálarlækna, tá ein skal venja seg til at vera innisperraður, ið leggur eitt ógvuliga stórt trýst á slík neyðars menniskju, ein upplivdi. Og tað at síggja og uppliva slíkt er ræðuligt, niðri og heima, og hvussu nógv verða likamliga og sálarliga niðurbrotin av slíkum umhvørvi og viðgerðum, tí tey komu sær út í kriminella umhvørvið, vit hava. Tað er eisini tí at hesi eru hóttandi, tá ið slík missa tamarhaldið á sær sjálvum, og hvørs likam og sálarlig veik menniskju kenna seg vera hótt av slíkum, ein upplivdi niri og heima fyrst í 70 árunum.