- Tað er ræðuligt at liva við, at eg skal hava verið við í eini syndarligari vanlukku og so uttan at vita av tí.
Ein kvinnuligur bilførari, sum var í Føroya Rætti í gjár, minnist púra onki frá eini ferðsluvanlukku í síðsta heyst, sum kravdi eitt mannalív.
Tað hendi, tá ið bilurin, hon koyrdi, kom yvir í vinstru síðu og rendi á ein bil, sum kom ímóti henni.
Stoyturin varð so harður, at ein eldri kona í mótkoyrandi bilinum, læt lív.
Av tí at hon onki mintist, kundi hon heldur ikki taka støðu til um hon var sek ella ikki.
Hinvegin hevði rætturin álit á teimum teknisku prógvum og kanningum, sum vórðu løgd fram og á teimum vitnum, sum góvu frágreiðing og útfrá tí, varð kvinnan dømd.
Men av tí, at umstøðurnar vóru so serligar, fekk hon so lina revsing, sum hugsast kundi.
Hon varð ikki ákærd fyri óviljað manndráp, men fyri tað linu lógargreinina um ikki at hava víst neyðugt ansni.
Væl afturkomin til lívið
Men at hon onki minnist til vanlukkuna er ikki so løgið, tí sjálv meiðslaði hon seg so illa, at hon sveimaði ímillum lív og deyða í tvey samdøgur.
Hon lá meiri og minni í óviti og tað var ikki fyrrenn annan dagin, at samband fekst aftur við hana.
Tað fyrsta, hon minnist, var, at ein lækni ynskti henni væl afturkomnan til lívið.
Seinni fekk hon at vita, at hon hevði brotið meiri enn helvtina av øllum beinunum í kroppinum, umframt at fleiri gøgn høvdu fingið skaða.
- Tað er eina og aleina takka verið góðari røkt á Landssjúkrahúsinum, at eg yvirlivdi, greiddi hon frá í rættinum.
Tann dag í dag, er hon ikki fullfør aftur, tí hon fær ikki brúkt armarnar, sum fyrr.
- Men tað ringasta at liva við, eru tær sálarligu avleiðingarnar. Tað er ræðuligt at hava verið upp í eini so syndarligari vanlukku og ikki vita av tí.
Hon er aftur farin at koyra bil, men tað er alt annað enn lætt.
Friðsælur stemningur
Ongin dugir at siga, hví bilurin endaði yviri í vinstru siðu.
Vanlukkan hendi, tá ið bilførarin og tveir starvsfelagir ein morgunin vóru á veg vestur í Vágar.
Bilførarin hevur havt koyrikort í yvir 35 ár og hevur koyrt rættiliga nógv til og frá arbeiði, men hon hevur ongantíð áður verið fyri tí allar minsta óhappi.
Bilførarin hevði sovið væl og var væl fyri.
Eitt vitni, sum eisini var í bilinum, dugdi heldur ikki at greiða frá tí, sum hendi. Hon segði, at stoyturin kom sum snarljós av klárum himli. Tað var ongin sum helst ávaring frammanundan um, at nakar vandi var á ferð, ongi róp og ongin hørð bremsing, sum kundi benda á, at nakað óvanligt fór at henda.
- Tað var friðsælur stemningur í bilinum, segði hon.
Men so brast sum snarljós av klárum himli.
- Tað einasta eg føldi, var at tað var sum at bresta ímóti einum hvítum veggi, segði hon.
Helst var tað stoytkoddin, hon meinar við, tí hann blástust upp.
Bæði bilførari og vitni vóru samd um, at ferðin var ikki nógv, kanska 70 kilometrar um tíman, tí tey vóru í góðari tíð og nutu túrin í tí góða veðrinum.
Bilurin var í góðum standi og hevði nýggj vetrardekk.
Mótkoyrandi bilurin, sum varð árendur, koyrdi heldur ikki skjótt. Ein annar bilur, sum eisini kom ímóti staðfesti, at ferðin var ikki nógv, men hann hevði ikki sansað nakað, fyrrenn tað brast.
Følir seg ikki seka
Ákærdi bilførarin ásannaði, at ein vanlukka er altíð ein menniskjansligur feilur.
Men hon helt eisini, at rætturin átti at umhugsa at tikið menniskjanslig atlit.
- Eg føli ikki, at tað eri eg, sum eri atvoldin til vanlukkuna, segði hon og hon visti ikki, hvat er vunnið við at døma hana, helt hon.
Hon endurtók, at hetta verður ræðuligt at liva við, men fær hon dóm, verður hetta eitt tungt ok afturat, tí fær hon eisini skyldina fyri vanlukkuna hóast hon ikki veit, hvat er hent og hóast hon onki minnist.
Verjin helt ikki, at tey teknisku prógvini vóru so eintýðug, at tey áttu at føra til dóm.
Men hann skilti heldur ikki, hvat løgreglan vildi við at leggja eitt mál, sum hetta fyri rættin.
Hon hevur tað so ringt av hesum, sum er hent og hann skyldi ikki, men at geva henni dóm oman á alt, er at geva henni tað seinasta sparkið, tí tað er tað sama, sum at geva henni skyldina fyri vanlukkuna.
Má fáa avleiðingar
Hinvegin helt ákærin, at ein vanlukka sum hendan, mátti hava onkrar avleiðingar, hvussu syndarligar umstøðurnar annars eru.
Men endamálið var ikki at geva nøkrum skyldina og tí var ákæran eisini so mild sum yvirhøvur hugsast kundi.
Hann mælti tí til, at konan fekk 900-1200 krónur í bót og misti koyrikortið treytað.
Hesin var dómarin samdur í og sostatt fekk kvinnan 900 krónur ímót og misti koyrikortið treytað í trý ár. Tað merkir, at hon skal upp til nýggja koyriroynd.
Stendur hon royndina, má hon ikki gera nakað aftur tey næstu árini, sum er so revsivert, at hon eigur at missa koyrikortið, tí so verður hetta lagt afturat.