Arnbjørn Hansen kandidateraði til heitið sum málskjútti, tá Hans Pauli elegant vippaði bóltin upp um HB-verjuna og inn í brotsteigin til ein frían Arnbjørn, sum royndi seg fyrstu ferð. Hugt í bakspegilin var tað kanska ikki besta loysnin, tí hann fekk ikki skot á bóltin, og sansaði helst ikki, hvussu fríur hann í veruleikanum var.
Men fáar minuttir seinni hepnaðist betur, tá sami Hans Pauli setti álop í gongd sum endaði við skoti útifrá, sum Tróndur hálvbjargaði. Bólturin stakk upp í luftina og har var Arnbjørn fyrstur á og stútaði upp um Trónd – og so var 3-0 til EB/Streym.
Men samstundis fekk hann ein snudd, sum førdi til, at hann mátti lata seg skifta út, og harvið síggja restina av dystinum frá beinkinum.
- Tað er fantastiskt at vinna, og sjálvandi ótrúliga stuttligt at skora í einari finalu, segði Arnbjørn Hansen eftir dystin.
Hann helt eisini, at sjey mál í einari finalu má vera nakað serligt.
- Tað má í hvussu er sigast, at áskoðararnir fingu valuta fyri pengarnar, segði Arnbjørn.
Hann segði, at snuddurin ikki var so álvarsligur, og at tað fór at laga seg eftir stuttari tíð.
- Men tað var ræðuligt at sita uttanfyri og hyggja at stóran part av dystinum. Tá tú ert á vøllinum hugsar tú ikki um tað, men á beinkinum fær tú einki annað gjørt, enn nettupp at hyggja at, segði Arnbjørn Hansen.
Hann heldur eisini, at EB/Streymur trekti nakað langt aftur í seinna hálvleiki, og tí kom undir óneyðuga nógv trýst.
- Men hetta er væl náttúrligt, tá tú førir 3-0, segði Arnbjørn Hansen eftir finaluna í gjárkvøldið.










