-Ræðuliga strævið

-Hetta er nógv størri enn undanfarin ár. Tú kanst siga, at fyrireikingin í samband við festivalin í ár er tvífaldað sammett við í fjør. Tað er ræðuliga strævið, men tað er heilt avgjørt tað vert. Tað er feitt at kunna at skapa eitt feitt upplivilsi fyri fólk.

Leirvíksgentan Sunneva H. Eysturstein hevur verið við í fyrireikingunum av G! Festivalinum øll árini, og aftur í ár tekur hon eina hond í. Uppgávan hjá henni í ár er at samskipa allar básarnar, sum G! Festivalinum hevur ábyrgdina av.

Sunneva fortelur, at seinasta mánaðin hevur hon sitið frammanfyri telduni og arbeitt á skrivstovuna hjá G! Festivalinum í Gøtu. Hon dylir ikki fyri, at tað liggur eitt stórt trýst fyri at fáa alt í rættlag, áðrenn festivalurin fer av bakkastokki.

-Tað hava verið nógv ting, sum skulu fáast í rættlag undan festivalinum, men eg haldi, at alt er so smátt við at koma upp á pláss, sigur Sunneva H. Eysturstein.

Seinastu 16 mánaðirnar hevur leirvíksgentan búleikast í Íslandi, og eisini í Íslandi er áhugi fyri G! Festivalinum. Herfyri vendi tíðindablaðið Grapewine seg til fyrireikararnar av G! fyri at kanna møguleikarnar hjá íslendingum fyri at koma á G! Festival. Úrslitið av umbønini hjá tíðindablaðnum er, at 32 íslendingar koma úr Íslandi til Gøtu um vikuskiftið.