– Eg taki hattin av fyri Tjaldri, tí tær høvdu munin í dag. Men eg eri ræðuliga skuffað. Vit vildu vinna, men tað gekk ikki, segði 23 ára gamla Durita Karlsdóttir Ljósstein, sum eftir dystin fekk heiðurin sum besti spælarin á liðnum hjá Stjørnuni, men tað var ein heiður, hon tók ímóti við blandaðum kenslum.
– Tað er sjálvandi gott, at onkur heldur, at tað gekk væl hjá mær í dag, men akkurát nú eri eg líkaglað, tí hetta er ein liðítróttur, so alt liðið skal vinna.
Durita helt ikki, at tær í Stjørnuni vóru klárar frá byrjan, og at tað var ein orsøk til, at tað ikki eydnaðist at vinna steypafinaluna fjórða árið á rað:
– At vit ikki vóru nóg klárar beinanvegin, var ov vánaligt, tí hetta var jú ein finala. Tær komu framum við fýra ella fimm málum, og tá er tungt at kom afturíaftur, serliga tí tær spældu so væl, segði toppskjúttin hjá Stjørnuni, ið skjeyt níggju mál.
– Í steðginum vildu vit fáa stýr upp á verjuna, tí tær skoraðu ov nógv mál í fyrra hálvleiki. At Adina og Simona skutu 21 av 26 málum, var bara ikki nóg gott hjá okkum. Vit eru skuffaðar nú, men so byrjar venjingin aftur mánadagin, og vit skulu leggja hetta aftur um okkum, tí nú skulu vit vinna FM.