Í tíðindaskrivinum frá stovninum stendur m.a., at í Føroysku orðabók eru dømi at finna, ið nýta orðið “ræðuliga” á henda hátt. - Her má havast í huga, at í orðabókini er orðið markað “(tlm.)”, og tað merkir, at hetta er talumál, og tí verður mælt frá at nýta orðið í skrift, t.e. hetta er lágur stílur og ikki bæriligt mál. Vit hava onnur orð, t.d. “avbera”, frálíka”, “ómetaliga”, “ovurhonds”, “ótrúliga” og “framúrskarandi.”
Nøkur brot av Facebook-síðuni, ið snýr seg um átakið:“Tað er ræðuliga gott at vera saman við vinum”, “Vit í Føroyum eru ræðuliga góð til at vera saman við okkara vinum” o.s.fr. Her verður heitt á fólk um at skriva ymist um, hvussu ”ræðuliga gott” tað er at búgva í Føroyum.
Sum kunnugt vikna orð, sum í heilum verða havd á lofti, so okkum tørvar alsamt sterkari orð. Men í skriftmáli mugu vit vanda okkum um málið og serliga, tá ið tað snýr seg um tekst, ið kemur út í almenna rúmið.
Grundgevingin hjá stovninum er, at orðingin mátti vera soleiðis fyri at kunna “fanga”; møguliga er tað andsøgnin, ið eisini skal gera tað áhugavert. Tað ber avgjørt til at finna orðingar, ið fanga, sum ikki eru lágstílur, um eitt vist hugflog er. Tí málið er ríkt, og tað er almikið av orðingum til, ið eru bæriligar. Men kenna fólk ikki málið nóg væl, kunnu tey hava forðingar, ið eru hugskaptar. Dømi um átøk við væl valdum orðum: “Í menniskjum góður tokki”, “Tryggari á netinum”,“Ein tími um árið”.
Hetta átakið skundar undir og knæsetur orðingina “ræðuliga gott” í skriftmáli. Tað er óheppið.










