Ræðulig vanlukka rakt slovenskt felag

Tveir fótbóltsleikarar hjá slovenskum felag eru deyðir bert tveir dagar áðrenn felagið skal spæla í Europa League

Slovenska felagið, NK Maribo, var í gjár rakt av einari ræðuligari vanlukku.

 

Áleyparin hjá felagnum, Zoran Baljak, og verjuleikarin, Damnjan Marjanovic, doyðu í gjár, tá teir vóru í eini ferðsluvanlukku í Slovenia. Báðir leikararnir vóru 20 ára gamlir.

 

Tveir aðrir leikarar hjá felagnum vóru eisini við í vanlukkuni, har tann eini av teimum eisini gjørdist illa skaddur. Tað var málverjin, Ljubomir Moravac,  meðan verjuleikarin, Ziga Lipuscek, fekk minni skaða. Teir báðir vóru 19 ára gamal.

 

Hóast vanlukkuna týsdagin, skal NK Maribor hóskvøldið spæla Europa League dyst á útivølli móti Aberdeen.

 

UEFA skrivar á heimasíðuni sínari, at teir vísa samkenslu fyri NK Maribor og tí slovenska fótbóltssambandinum, og at tað verður hildin ein minutt stillheit áðrenn dystin millum Aberdeen og NK Maribor hóskvøldið, har bæði liðini eisini koma at spæla við syrgibandið um armin.

 

Aberdeen hevur eisini víst almenna samkenslu til NK Maribor.

 

Dysturin millum Aberdeen og NK Maribor verður sostatt spældur hóskvøldið. Fyrra uppgerðin var spæld í Slovenia fyri einari viku síðani, og endaði tá 1-1.