Ræðuleikar halda fram

Oddagrein

Allur heimurin uttan undantak fordømir yvirgangsálopini í London. Úr øllum londum koma samhugafjarrit til tey avvarandi og myndugleikarnar í Bretlandi, eftir at fýra bumbur í vikuni gjørdu av við meira enn 50 ósek menniskju og særdu fleiri hundrað. Eisini úr Føroyum verður samhugi vístur teimum, sum mist hava. Tórshavn hevur sent borgarstjóranum í London samhugafjarrit undirskrivað av borgarstjóranum her.

Bumbuálopini í London eru bert enn enn ein ræðuhending í røðini av yvirgangi eftir 11. september í New York. Ár herfyri raktu bumbur ósek í spanska høvuðsstaðnum. Nú kom so túrurin til London. Og óttin breiðir seg. Spurt verður hvar yvirgangsfólkini fara at gera um seg næstu ferð. Onkur vil vera við, at Danmark, sum eins og Spania og Bretland hava verið partur av hermegini í Irak, nú eigur tørn. Og sum partur av danska kongaríkinum eiga heldur ikki vit í Føroyum at kenna okkum trygg. Spurningurin er tí, um okkara myndugleikar eins og teir donsku eru á varðhaldi?

Hesin afturvendandi yvirgangurin fer fram júst um sama mundið, sum liðin eru 10 ár síðani ræðuligu hendingina í Srebrenica í Bosnia, tá blóðtystir og hevndarhugaðir serbar tóku til fanga fleiri enn 7000 muslimskar dreingir og menn og tóku teir av døgum. Henda ræðuhending fer at eiga pláss í framtíðar søgubókum sum nakað av tí mest ræðuliga, sum mannahendur hava framt, síðani seinna heimskríggj.

Hvat kunnu vit onnur gera, tá slíkt hendir verður spurt. Finna tey seku er svarið. Sjálvandi skulu tey seku finnast, tey seku frá hópdrápunum í Bosnia og tey seku frá yvirganginum í London 10 ár seinni. Men hetta er ikki nóg mikið. Vit mugu eisini í slíkari stund gera okkara til at byggja brýr millum øll menniskju, uttan mun til trúgv ella húðalit, landamørk ella politiskar fatanir. Tess fleiri menniskju víða um virka fyri friði og næstrakærleika tess torførari hava fundamentalistar og fanatikarar møguleikan at fáa fótafesti og undirtøku. Tey seku mugu standa til svars fyri gerðum sínum, men vit mugu gera alt fyri at minka um haturi, sum fylgir í kjalarvørrinum á slíkum misgerðum. Besta vápnið móti ekstremu yvirgangskroppunum er, at vit øll, kristin sum muslimar, buddistar sum hinduistar, standa saman sum ein maður. Tað yvirgangsfólkini ynskja er nettupp at seta kílar millum okkara og tey, sum teir halda vera teirra egnu. Uppgávan hjá okkum í Vesturheiminum og í øllum heiminum annars er at savna tey hóvligu móti teimum víðgongdu. Yvirgangsfólkini mugu ikki fáa sín vilja, sum er at skapa enn størri hatur og intoleransu millum eitt nú kristin og muslimar.

Tí krevur tað nógv av okkum øllum, at vit ikki leypa framav og taka lógina í egnar hendur og bara leggja upp til eina hevndaratsókn fyri og aðra eftir. Latið okkum heldur, kristin sum muslimar, hvít sum svørt, standa saman móti harðskapinum og yvirganginum. Men hetta krevur so aftur av okkum, at vit eru við til at loysa tær konfliktir og støður, sum eisini eru ein partur av orsøkini til yvirgangin. Eitt nú óhugnaliga fátækradømið í heiminum. Og her hugsa vit so serstakliga um eina friðaliga loysn á Miðeysturtrætuni millum ísraelar og palestinar. Her mugu hóvligu og medmenniskjansligu kreftirnar í báðum leirum gera alt fyri at vinna á fundamentalistunum, sum jú finnast alla staðni.

Sosialurin