Frøin var stór umborð á amerikanska ferðamannaskipinum Carnival Triumph, tá tað legði at bryggju í Mobile í statinum Alabama í nátt. Fólk róptu og sungu, og onkur legði seg á knæ og kysti bryggjuna.
Carnival Triumph var á veg úr Meksiko til Galveston í Texas, tá eldur kom í maskinrúmið sunnudagin, so skipið mátti senda boð eftir sleipibátum at toga tað til lands.
Eldurin í maskinrúminum gjørdi, at tann elektriska skipanin fór, og tað sama hendi við vatnveitingini við teirri avleiðing, at tað vóru bara fimm vesi til tey 4.200 fólkini, sum vóru umborð. Deymurin umborð var ræðuligur, og fólk tóku madrassurnar úr kømurunum og reiddu sær upp á teimum opnu plássunum. Onnur riggaðu sær tjøld á dekkinum.
Tá Carnival Triumph kom at bryggju, borðreiddi reiðaríið við heitum mati, og umleið 100 bussar stóðu til reiðar at flyta ferðafólkini til Galveston ella New Orleans, har reiðaríið hevði bílagt 1.500 hotelkømur. Reiðaríið hevbur boðað frá, at ferðafólkini fáa pengarnar aftur umframt 500 dollarar og harafturat avsláttur, um tey velja at fara við onkrum skipi hjá reiðarínum seinni.