Í Gamla Testamenti er aðalvitnið, tá talan er um rættvísgerðing av trúgv, Abraham. Abraham trúði Gudi, og hann roknaði honum tað til rættlætis. Og apostulin Paulus ger greitt í Galatarbrævinum: “Vit vita at maður ikki verður rættvísgjørdur av lógargerningum, men eina við trúgv á Jesus Krist” (2,16). Og hann heldur fram: “Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi” (Róm. 5, 1). Trúarrættvísin hevur sína haldgóðu grund í Jesu krossdeyða og uppreisn, meðan lógarrættvísin hevur sína ivasomu grund í menniskjans egnu dygdum og góðgerðum.
Rættvísgerðingin av trúgv er Guds gáva í syni sínum Jesusi Kristi til okkum falnu og endurreistu menniskju. Hvussu kunnu vit lýsa hetta á fullgóðan hátt? Ein vakran summardag seta vit okkum í bilin og koyra ein túr. Leiðin gongur gjøgnum ein vátan og myrkan tunnil. Tá vit nærkast tunnilsmunnanum streymar eitt undursamt ljós ímóti okkum meðan vit enn eru inni í tunnlinum. Vit koma út í ljósið og frælsið og verða blendað av Guds náðar sól.
Hava teir góðu gerningarnir tá ongan týdning? Tær menniskjaligu dygdirnar og teir góðu gerningarnir hava alstóran týdning í mannalívinum og eru Guds góði vilji. Vit liva av góðgerðunum hjá hvørjum øðrum! Men góðgerðirnar føra okkum ikki inn í Guds ríki, tað ger bara trúgvin á Jesus Krist, ið rættvísgerð andlit til andlits við hin livandi Gud. Ella sagt við fyndarorðunum hjá Mika profeti: “Tær hevur Harrin kunngjørt, hvat ið gott er. Hvat krevur hann av tær annað enn at gera tað; sum rætt er, at stunda á kærleika og í lítillæti fylgja tínum Gudi” (6,4). Amen.
Meinhard Bjartalíð, prestur










