Rótut í Hoyvík

Talan var ikki um nakran væl leiktan hondbóltsdyst, tá H71 og KÍF settu sjøtul á hondbóltskappingina

Hondbóltur-menn

Talan var um fyrsta dystin á árinum, tá H71 og KÍF hittust í nýggju Hovyíkshøllini, og í nógvar mátar bar dysturin eisini brá av, at enn eru liðini ikki komin í røttu snúningarnar.
Yvirhøvur var talan um ein rættiliga rótutan dyst, har liðini høvdu sera ilt við at spæla seg ígjøgnum mótstøðuverjurnar, og har talan tískil oftani gjørdist um hart kropsligt spæl frá báðum pørtum.
Tað vóru alt fyri eitt hoyvíkingar, sum settu seg á dystin, og teimum eydnaðist eisini at skjóta fimm mál, áðrenn kollfirðingarnir svaraðu aftur, men so gekk eitt sindur meira javnt á. Spakuliga ? og einamest Óla Kristian Djurhuus fyri at takka ? arbeiddu kollfirðingar seg inn í dystin, og tá farið varð til hálvleiks stóð mest sum á jøvnum millum liðini.
Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram. Hoyvíkingar høvdu kanska takið, men KÍf hevði Óla Kristian og um miðjan hálvleikin stóð framvegis á jøvnum. Seinasta korterið eydnaðist tó bert eina ferð hjá kollfirðingunum at skora, meðan Hoyvíkingarnir skutu fimm mál, og so fekst hóast alt ein tryggur sigur burturúr hjá heimaliðnum.
Tað var tó sjón fyri søgn, at talan her var um tvey lið, sum nokk ikki skulu gera sær tær heilt stóru vónirnar um at gera seg galdandi í oddinum, men sum ístaðin koma at stríðast um at halda seg so langt burturi frá botninum sum gjørligt.

Dysturin í tølum
H71-KÍF 18-14 (9-8)
Eingin dómaraseðil komin
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen