Leygarnáttina kastaði onkur eina brennivínsfløsku inn gjøgnum rútin í nýggju glasfasaduni á løgreglustøðini í Havn. Tað var klokkan 04.12, at onkur kastaði brennivínsfløskuna inn gjøgnum rútin í nýggju glasfasaduni á løgreglustøðini í Havn. Rúturin er dupultur, og ber uttara lagið brotnaði.
Løgreglan veit ikki í løtuni at siga, hvør gerningsmaðurin er, men brennivínsfløskan verður kannað og kann væl geva ábendingar um, hvør hin seki er. Fløskan verður kannað fyri dna og fingramerki, og finnast slík, ber til at finna fram til greningsmannin.
Tað hendir av og á, at fløskur verða tveittar inn gjøgnum rútar á løgreglustøðini, og oftast er talan um full fólk, sum hava sæð seg ill inn á løgregluna.