Flogbóltur
Mjølnir ? TB 3 ? 0
25-17, 25-13, 25-15
Leygardagin var unga TB-liðið í Klaksvík og vitjaði tað roynda kvinnuliðið hjá Mjølni, og frá byrjan var ongantíð nakar ivi um, hvat lið var tað betra.
Mjølnir leikti sín vælkenda og trygga leik uttan teir stóru feilirnar. Tær dugdu væl at flyta seg á vøllinum, soleiðis at tær altíð stóðu á røttum stað, tá TB royndi seg við álopum bæði á kantinum og við skjótum bóltum á miðjuni.
Nýtt lið
TB er í fer við at leika eitt nýtt lið saman, við tað at truppurin er munandi broyttur í mun til seinasta kappingarár. Men TB hevur fyrr framleitt góðar leikarar og kunnu vit í hesum sambandi nevna Gudrid Nolsøe og Juannu S. Joensen, sum í dag leika í fremstu deildini í Danmark.
So tað verður uttan iva ikki long tíð, fyrr enn venjarin Virgar Djurhuus, fær leikt liðið saman, soleiðis at hetta eisini verður ein hóttan fyri tey sterkastu liðini, sum í ár tykjast av vera Mjølnir og Dráttur.
Tað frættist eisini av Tvøroyri, at felagið er í fer við at styrkja sær um hópin við øðrum leikarum, men hvussu langt hesar ætlanir eru komnar, eg ikki greitt í løtuni. Men við einum góðum styrki á liðnum, hevur liðið eina góða framtíð.
Sama Mjølnirlið
Tað hava ikki verið tær stóru broytinganar á meistaraliðnum Mjølnir, og leikstílurin er tann sami, við royndu Marjun Kalsø á odda.
Styrkin hjá liðnum er framvegis tað góða samanspælið og minimeringin av feilum, meðan leikt verður, og í dystinum leygardagin var tað enn einaferð Margit Joensen, sum gekk á odda í hesum trygga leiki. Margit er eisini tann leikarin, sum seinastu árini hevur havt tað bestu móttøkuna í føroysku kvinnudeildini, og hetta prógvaði hon enn einaferð, og um hon heldur á við sama leiki, kann roknast við, at hon verður eitt av evnunum til libero-plássið hjá landsliðnum, sum aftur komandi summar skal royna seg á Oyggjaleikunum.
Við sigrinum leygardagin legði Mjølnir seg á odda í kappingini, har sum tær hava ligið mongu seinastu árini, men Dráttur hevur fyrr í ár prógvað, at liðið kann vinnast.