Órættvíst at gera Tvøroyri til syndabukk

Borgarstjórin skilir ikki, hví Tvøroyrar býráð skal sita eftir við svartaperi

- Tað er ikki rætt at gera Tvøroyrar Býráð til at syndabukk fyri at tað gongur so strilti at seta vakstraravtaluna fyri Suðuroy í verk.

Tað heldur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

Hann sigur, at fundur hevur verið ímillum allar kommunurnar í Suðuroy og landsstýrismannin í innlendismálum, har borgarstjórarnir skrivaðu undir eitt viljunarskriv, har teir váttaðu at kommunurnar í Suðuroy skuldi betala tilsamans 10 milliónir í ein grunn at fíggja ætlanina.

Samstundis skuldi landið fíggja 40 milliónir.

- Tað var ein heilt greið avtala við landsstýrismannin, at hann síðani skuldi leggja málið fyri landsstýrið.

Tí skilir Kristin Michelsen ikki, hví tað nú skal vera eitt krav, at bý- og bygdaráðini skulu samtykkja málið eisini.

- Tað var ein greið avtala við Jacob Vestergaard, at hann skuldi fáa undirtøku í landsstýrinum fyri at fíggja tær 40 milliónirnar, sum tosað varð um á áðurnevnda fundi við kommunurnar.

Men nú vil Jacob Vestergaard hava, at bý-og bygdaráðini skulu gera eina formliga samtykt fyri at vátta, at tær, hvør í sínum lagi, eru sinnaðar at fíggja sín part av teimum 10 milliónunum. Hví samtykkir Tvøroyrar Býráð bara ikki málið og sendir tvær reglur norður til Landsstýrið um at málið er samtykt, so er tann snávingarsteinurin beindur av vegnum?

- Ja, kemur tað at standa á tí, taka vit tað upp í Tvøroyrar Býráð til viðgerðar. Annars er tað ov bíligt at hongja Tvøroyrar Kommunu út, tí tá ið málið varð viðgjørt á Løgtingi, vóru nógvir tingmenn úr fleiri flokkum ímóti at seta vakstraravtaluna í verk, soleiðis, sum hon er stungin út í kortið, eisini frá suðuroyartingmonnum.

Annars sigur Kristin Michelsen, at nógv ivast í, um grundarlag er longur fyri vakstraravtaluni, tí Vágs Býráð er ikki sinnað at leggja oynna saman í eina kommunu.

Jógvan Mørkøre og Magni Laksafoss hava ongantíð sett sum treyt fyri vakstraravtaluni, at kommunur skulu leggja saman?

- Nei, men tað er ein spurningur, sum býráðslimir hava reist og tí er tað ein spurningur, sum má viðgerast í hesum sambandi, sigur Kristin Michelsen.

Spurningurin um kommunusamanlegging í hesum sambandi varð reistur á seinasta býráðsfundi á Tvøroyri