Kendi parturin av Anfield, »The Kop«, er fullsettur. Hesin parturin av leikvøllinum er kendur fyri at skapa góðan stemning við sangi og rópi, men fríggjadag er tøgn. Millum Liverpool viðhaldsfólkini sita eisini fólk í eitt nú Everton og Manchester City troyggjum. Tey eru komin fyri at vísa sína viðring fyri teimum 96, ið lótu lív, og stuðul til avvarandi.
Sorgarleikurin á Hillsborough leikvøllinum 15. apríl 1989, tá 96 Liverpool viðhaldsfólk lótu lív, er væl dokumenteraður í fjølmiðlum, bókum og sjónvarpssendingum. Men framvegis í dag, sita tey avvarandi hjá teimum 96 og kenna seg svikin av landsins leiðslu, løgregluni og lógvaldinum.
Ongin átikið sær ábyrgd
Framvegis hevur ongin átikið sær fulla ábyrgd fyri vanlukkuna. Tey avvarandi hava fleiri spurningar, ið tey vilja hava svar uppá. Alt frá hvussu Hillsborough leikvøllurin kundi hýsa eini FA Cup hálvfinalu, tá hann ikki hevði góðkent papírir, til hví ongin hevur átikið sær ábyrgdina av vanlukkuni. Tað merkist eisini á stemninginum, at fólk ikki bara minnast tey deyðu, men eisini eru óð. Fleiri eru í troyggjum, sum bera áskriftina; »Rættvísi fyri tey 96«.
»Ikki keypa The S*n«
Øðin er eisini vend móti fjølmiðlinum. Tey flestu hava eitt klisturmerki á bringuni, har tað stendur; »Ikki keypa The S*n«. Víst verður til blaðið, The Sun, sum í døgunum eftir vanlukkuna skrivaði eina grein við yvirskriftini; »Sannleikin«. Blaðið ákærdi Liverpool viðhaldsfólk fyri at pissa og gera seg inná løgregluna, umframt at stjala frá teimum deyðu. Onki av hesum er nakrantíð prógvað og fólk í Liverpool keypa framvegis ikki blaðið orsaka av greinini.
Leikarar og Rafael Benitez
Stutt áðrenn minningarhaldið byrjar kemur fyrrverandi Liverpool venjarin, Rafael Benitez, inn á Anfield til stóra gleði fyri tey, sum eru komin saman hendan dagin. Maðurin, sum hevur víst stóra viðring og áhuga fyri Hillsborough og teimum avvarandi, fær eina megnar móttøku. Løtu seinni koma allir leikararnir hjá Liverpool inn í klædningi og seta seg sigur, meðan fjøldin stendur uppi og klappar. Á odda gongur Liverpool venjarin, Kenny Dalglish, sum eisini var venjari hjá Liverpool lagnu-dagin á Hillsborough.
Rættvísi fyri tey 96
Millum sang og talur hendir tað fleiri ferðir, at fólk byrja at rópa;
Rættvísi fyri tey 96!
Summi murra við, meðan onnur nærmast gráta av øði meðan tey rópa við. Tað er púra greitt, at tað eru nógvar kenslur blandaðar upp í hetta minningarhaldið. Klokkan 15:06, sum er tíðspunktið, tá dómarin avblásti dystin á Hillsborough, er tøgn á Anfield og kring alt Liverpool. Tá tøgnin er liðug rópa øll í kór um rættvísi. Í talu sigur lokalur politikkari, at politisk umboð í Merseyside umráðnum fara at lata inn skriv til drotningina, um at Kenny Dalglish framyvir skal bera navnið; Sir Kenny Dalglish. Ikki bara orsaka av sínum evnum sum fótbóltsspælari og venjari, men eisini orsaka av hansara ótroyttiliga stríði fyri tey 96.
Rafael Benitez
Sterkasta løtan undir minningarhaldinum er, tá talskvinnan fyri tey avvarandi takkar Rafael Benitez fyri stuðulin hann hevur vísti teimum gjøgnum árini hann var venjari í felagnum. Hetta er fyrstu ferð, at Liverpool viðhaldsfólk hava fingið høvið at heilsa upp á Rafa, síðani hann fór frá sum venjari eftir kappingarárið í fjør. Løtan er so kensluborin, at Rafael Benitez ikki megnar at halda tárunum aftur. Hóast Rafael Benitez ikki er eins væl dámdur av øllum viðhaldsfólkunum hjá Liverpool, so er hann sera væl dámdur av lokalu Liverpool viðhaldsfólkuni.
Stríðið heldur fram
Minningarhaldið vardi í ein góðan tíma og hendan tíman vóru viðhaldsfólk hjá teimum ymisku feløgunum kring Ongland ikki deild upp eftir hvørjum felagið tey stuðla, men øll vóru ein partur av fótbóltsfamiljuni. Tað var eisini hugaligur lesnaður at síggja á alnetinum, har fólk úr øllum heiminum vístu vístu sína samkenslu. Stríðið fyri rættvísi hjá teimum avvarandi heldur fram og líkt er til at tey gevast ikki fyrr enn tað er vunnið!