Rætturin vildi ikki viðgera mál ímóti Guði

Ein amerikansskur senatorur vildi sleppa at leggja sak ímóti Guði, men dómarin vísti stevningini frá sær

Marlon Polk, dómari, hevði ikki ilt við at finna eina grund­geving fyri at vísa stevn­ingini ímóti Guði aftur. Í lógini stendur, at rætt­urin skal senda tí stevnda øll skjøl við post­inum, og tá Guð ikki hevur nakra postsdressu, kundi málið ikki takast upp.

- Út frá hesum er rætturin komin til ta niðurstøðu, at tað ber ikki til at kunna tann stevna um stevningina, og tí verður málið víst burtur, segði Marlon Polk, dómari.

Maðurin, sum vildi sleppa at stevna Guði, eitur Ernie Chambers og er fyrr­verandi senatorur í stat­in­um Nebraska. Hann vildi hava dómsvaldið at steðga tí deyða, oyðing og ágangi, sum Guð hevur verið at­­voldin til, og sum fleiri milliónir fólk hava liðið undir.

Tann 71 ára gamnli Cham­bers sigur sambært BBC, at hann fer at lesa niðurstøð­una hjá rættinum gjølla, áðrenn hann tekur støðu til, um hann skal leggja málið fyri ein hægri rætt. Annars undrast hann eitt sindur á grundgevingina hjá Marlon Polk, dómara.

- Er tað so, at Guð veit alt, so veit hann eisini, at hann er stevndur, sigur Chambers.