Rætturin til tað góða lívið

Tíðindaskriv

Týsdagin 18. august klokkan 19.30 verður eitt áhguavert tiltak í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum. Tiltakið, sum hevur heitið “Rætturin til tað góða lívið”, hevur áður verið hildið í Havn og í Suðuroy, og hevur verið sera væl vitjað. Tað er Blái Krossur Føroya, sum skipar fyri.

Vit góðtaka, at mamma og pápi kunnu drekka rúsdrekka. Sum samfelag góðtaka vit, at fólk hava frælsi at drekka - og at drekka seg full. Men við hesum verða vit eisini noydd at hava í huga, at nýtsla av rúsdrekka kann taka tað góða lívið frá teimum nærmastu - teimum avvarðandi.

Ætlanin við tiltakinum er at varpa ljós á teir trupulleikar rúsdrekka hevur við sær, ikki fyri misnýtaran, men fyri tey, sum eru um hann - tey avvarðandi. Hvørt tað so er ein maki, børn ella foreldur, so verða tey ávirkað av misnýtsluni hjá misnýtaranum. Hetta kann hava ógvusligar fylgjur á lív teirra.

Tiltakið í Kvinnufelagshúsinum verður skipað sum ein pallborðsfundur. Við pallborðið sita fólk, sum á ymiskan hátt hava merkt, hvat tað er at liva saman við einum rúsmisnýtara. Eisini sita umboð fyri Blákrossheimið við pallborðið.

Tiltakið er alment, og høvi verður eisini at seta spurningar og gera viðmerkingar.