The Rolling Stones endaðu sunnukvøldið heimsferðina, ið hevur heitið A Bigger Bang. Ferðin byrjaði í 2005 og hevur sett met sum tónleikaheimsferðin í ár, ið hevur vunnið mestan pening. Í hølunum koma Robbie Wiliams og U2, men Stones eru á odda.
Stóri endabresturin fór fram á Forum Horsens, sum í gerandisdegnum er karmur um 8 venjingarvallir hjá AC Horsens. Og tað skuldu eisini heili 85.000 fólk til at fylla økið, men tað var ongin trupulleiki, tí tað vóru jú Stones, ið fóru á pall.
Teir hava síðani byrjan í 1962 verið á 31 heimsferðum. Hvørt talan verður um fleiri, er ilt at siga. Keith Richards sigst vera ótroyttiligur og er hann ikki á palli, so veit hann ikki, hvat hann skal fáa tíðina at ganga við. Saman við Mick Jagger er hann skapandi drívmegin í bólkinum og teir báðir skúlavinirnir stovnaðu eisini bólkin í 1962. Teir eru nú 63 ára gamlir. Afturat sær hava teir Ron Wood, 58 ár, og aldursforsetan Charlie Watts, 64 ár, ið nú sigst vera troyttur av lívinum við áralongum ferðum.
Hesir eru grundstamman í bólkinum, men afturat teimum eru onnur á palli.
Men kjak og gitingar um, at seinasta heimsferð, seinasta pallframførslan, hevur verið er næstan líka gamalt, sum bólkurin sjálvur. So tá konsertin endaði sunnukvøldið, og punktum varð sett fyri hesi heimsferðini, so tordi ongin at staðfesta, at hesir gomlu gubbarnir ikki aftur trína á pall, hóast tað kom fram í nøkrum umrøðum, men nógv spalturúm fáa hesar gitingar ikki longur.
Og tað er vælskiljandi.
Jagger og seyðamenn
Rolling Stones prógvaði seg sum ein bólk, ið er í toppformi. Og skal ein nevna Mick Jagger, so er formurin í hvussu er júst sum hann skal, hóast eitt lív, ið hevur styrkt ímyndina av sex, drugs and rockn roll.
63 ára gamli Mick Jagger joggaði allan pallin teir 100 metrarnar hvønn veg - aftur og fram og upp og niður, meðan hann sang, sum var tað fyrsta dagin. Hann sang í grundini væl, hóast avlýstar konsertir í Spaniu fyri stuttum vegna hálsbruna.
Aftur og fram dansaði Jagger, meðan hann risti við afturpartinum og gapandi rætti armarnar út móti fjøldini, meðan hann sang um Satisfaction og Jumpin Jack Flash.
Neyvan nakar føroyskur seyðamaður í tríatiárunum hevði orkað at fylgt Mick Jagger og rópt sirri, sirri sirri!!
Heimssøga
At standa í Horsens og síggja og hoyra Stones, er sum at skriva seg inn í heimssøguna. Hesa kensluna fær ein.
Vakrir eru teir, Keith og Mick, ikki at hyggja at. Rukkutir og skrámutir. Keith sum ein mumia, gjørd úr gummi, og Mick skrámutur sum turkaður steinbítur. Men sjarmuna hava teir!! Og orkuna!! Og teir duga!!
Teir hava dugað at skriva stóru rock-klassikararnar og teir duga væl at framføra teir. Mick er fantastiskur á palli. Har er samband út um pallkantin og aftur til áhoyrara nummar 85.000 beinanvegin.
Fullir av orku sjarmera teir seg inn í hjørtuni á áhoyrarunum.
Sum ein danskur ummælari seinni skrivaði, so sendi ein kvinna síðst í fýratiárunum manni sínum, fyrst í fimtiárunum, eygnabrá sum søgdu, at hasar rørslurnar, sum Mick sýndi á pallinum, hevði hon ikki sæð frá manni sínum; hvørki nú ella áður. Og óivað fingu mangir menn eitt skot frá konum sínum.
Stórur partur av lurtarafjøldini var tilkomið fólk á aldur við menninar á pallinum, men tað vóru eisini tey, ið komu við eitt sindur seinni og tey heilt ungu, sum tó munnu hava havt koyrikort í eini 5 10 ár.
Fjøldin kann óivað býtast í 3 partar; Tey, ið so at siga fingu Stones inn við móðurmjølkini ella fyrstu ølini, meðan ungu tónleikararnir spældu á svart/hvítum sjónvarpsskíggja. Ella tey, ið komu við eitt sindur seinni, í sjeytiárunum, tá mytan um rullisteinarnar var vaksin hesar menn, sum livdu rocklívið á tamb, men ikki tóktust at nervast av tí, annað enn at skinnið sá alt meira garvað út. Og so tey, sum komu við seinni, kanska í 80unum ella fyrst í 90unum. Kanska tí tey spældu plátur hjá foreldrum sínum, ella tí tey royndu seg sum rockarar í onkrum bilhúsabólki, har løg sum Honky Tonk Women ofta leggja støðið. Ella bara tí tey elska rocktónleik. Í øllum førum ein blandað fjøld, ið helst fevndi frá 20 árum og heilt upp til 70 ár, ella meira.
Ein fjøld, ið kom úr øllum hugsandi ættum. Bæði danir, føroyingar, og fjepparar úr Noreg, Íslandi og Svøríki og kanska aðrastaðni við.
At seta seg í tokið úr Keypmannahavan og koyra til Horsens við tí í huga, at ein er ávegis til nakað heilt serstakt, er ein løgin kensla. Sjálvandi er vandin har fyri, at Stones eru ov gamlir, ikki orka ella tíma meira, eftir eitt ár, ella meira, á palli í eitt koyr.
Og eftir at Madonna fekk harðar ákoyringar frá ummælarunum eftir sína konsert í Horsens fyri stuttum, so spøktu slíkar hugsanir. Og eisini tí at Stones í helmingin av tíðini, teir hava verið til, hava verið spáddir at vera komnir til endan á leiðini. Men hvørjaferð hava enn fleiri kilometrar ligið framman stavn.
Stórt
Konsertin sunnukvøldið var framúr. Pallurin var sum eitt háhús at síggja. 62x25 metrar og palltornini eru 27 metrar høg.
Maximo Park hitaði upp. Tað var sum altíð so sum so. Ikki vánaligt, men tað var greitt, at tað var ikki hesum, fólk vóru komin at lurta eftir.
Og tá teir so høvdu gjørt sítt, skuldu ganga eini 3 korter, har Stones útgerðin skuldi riggast til. At tað so gingu eini 15 20 minuttir ov nógv er fyrigivið, tí somikið góð var konsertin.
Í byrjanini var kanska okkurt smávegis við ljóðinum. Men skjótt sat tað, sum tað skuldi. Og stóri skíggin omanfyri pallin vísti so greitt, hvat hendi á pallinum. Vit, sum stóðu innan 100 metrar frá pallinum, fingu so nøkulunda eyguni á rockhetjurnar, men stórskíggin var álitið, og hjá teimum, ið stóðu aftast hevur hann verið eitt og alt, men hann hevði rættað formatið.
Men einaferð hvarv stórskíggin. Ein hugsaði, at her hendi okkurt, sum ikki skuldi henda. Men sjálvandi var tað fyri at geva rúm fyri einum uppblástum munni eina løtu; hetta vørumerkið hjá Rolling Stones mátti sjálvandi sleppa framat eina løtu.
Og nakrar ferðir var pallbyggningurin eitt eldgos av eldi og fýrverki, so tað var ein fantastisk sjón.
Ljóð og Stones er eitt líka fantastiskt fyribrigdi; í mínum hugaheimi er tað ongin annar bólkur, ið hevði sloppið avstað við at hava so harðar soloir við so ópoleraðum ljóði og spæli. Men júst her spæir júst Stoneseyðkennið inn. Tað er rátt og tað er gott.Tí hetta er júst so sum tað er og eigur at vera. Júst eitt av teimum kryddaríunum, sum ger, at tey yngru og smartaru ikki koma á knøðini á hesum gomlu, ið hava uppskriftina til ektaðu vøruna.
Fantastisk løta fór alt ov skjótt fram við, meðan bæði nytt og gott, gamalt frá Stones ljóðaði. Kenslan av at hava verið vitnið til eitt reglubrot í rocksøguni hvarv ikki, men vaks.
Og donsku ummælararnir á BT og Ekstrablaðnum góvu fimm stjørnur av seks møguligum og føgur orð, og ein kann ikki annað enn vera púra samdur, hóast eg út frá føgru orðunum ikki skilji, at síðsta stjørnan manglaði. Men tað ger tað sama, tí gomlu unglingarnir í Stones eru sjálvir størstu stjørnur, uttan mun til, hvat ein pennasleikjari dugir at siga aftaná.
Í botn og grund er tað so, at slíkar løtur skulu upplivast, ikki uppskrivast.
Stjørnur glampa
Stones hava pakkað niður fyri síðstu ferð á A Bigger Bang ferðini. Tað varð gjørt við manér og við góðskuni í hásæti.
Ferðin hevur talt 3 líka fylgi av bilum og bussum, ið hava koyrt ymsa staðini í heiminum, so til ber at flúgva heimin á tamb og halda 3 konsertir um vikuna. Og hvørt fylgi hevur talt 83 lastbilar og 11 bussar.
Tíð var at seta nøsina heimaftur. Í tok í Horsens klokkan 2.30 til Keypmannahavnar og í Keypmannahavn klokkan 5:30 mánamorgun. Og so við flogfari til Føroya á middegi. Svøvnurin mátti bíða, men tað var sum var alt líka mikið; ein hevði upplivað Rolling Stones!
Men tá ein á veg út í Kastrup við svøvntungum eygum fekk eyga á ein stubba í ókeypis blaðnum í bussinum, har tað stóð, at flogfarið til Føroya dagin fyri hevði havt trupulleikar við bremsunum, var tað tó, sum ein aftur var glaður fyri jarðarsambandið eina løtu, tó at flogið skal roynast viðhvørt.
Lat stjørnurnar flúgva undir himmalhválvinum, har tær hoyra heima. Ongin kemur fyribils upp í tær hæddir, sum ótroyttiligu rockhetjurnar í Stones ferðast í. Nær rockstjørnurnar slókna er ilt at siga, men enn eru teir fleiri ljósár frammanfyri. Og ivaleyst hava teir í Stones somu lagnu, sum tær stjørnur, ið lýsa á føroyska himmalhválvinum; mong ár eftir, at ljósið er farið, lýsir tað framvegis bjart á okkara jørð!










