Fólkið streymar til fótbóltsvøllin í Klaksvík, har fyrsta bríkslið í steypafinaluni 2010 verður um ein lítlan hálvan tíma.
Tað er longu svart av fólki kring allan vøllin. Tað er rúm fyri nógv fleiri áskoðarum enn vanligt, tí traliaravognar eru fram við eystaru og sunnaru síðu, og plettar eru lagdir kring allan vøllin, so áskoðararnir kunnu síggja í fleiri røðum.
Inni á vøllinum spælir Klaksvíkar hornorkestur undir leiðslu av Ova Olsen, og í skýlinum heppa litføgru áskoðararnir frá feløgunum báðum - ÍF áskoðararnir í reyðum, og teir í EB/Streymi í bláum.