Rættur málsins

Zakarias Wang
---------------

Hvønn rætt hevur føroyska málið í Føroyum?
Fara vit í lóggávuna, so stendur í heimastýrislógini, at føroyskt er høvuðsmálið. Harumframt stendur, at danskt skal lærast væl og virðiliga.
Tað er skyldan hjá myndugleikunum at síggja til, at henda lóg eins og aðrar lógir verður hildin.
Er tí nakað til hindurs fyri, at myndugleikarnir samtykkja, at allar frálærubøkur í føroysku skúlunum eru á høvuðsmálinum, eisini tær bøkur, sum næmingarnir skulu læra fremmanda málið danskt eftir? Valla man tað vera.
Reglan í skúlunum er, at næmingar og lærarar í felag velja lærubøkur. Um so er, at ein lærari heldur, at tær føroysku bøkur, sum tá eru á marknaðinum, ikki eru nóg góðar, so kann hann bara gera eina bók, sum hann heldur vera betri. Bókaútgáva gerst støðugt bíligari. Er henda nýggja bókin so góð, at aðrir næmingar og lærarar taka undir við henni, fer hesin lærararithøvundur at fáa eina fitta eykainntøku av tiltaki sínum.
Ein slík lóg hevði framt kreativitetin í øllum samfelagnum, so hví ikki royna at fáa hana setta í verk?