Fyrsti countryfestivalurin í Sørvági er nú av álvara í gongd. Fyrstu framførslurnar hava verið á stóra palli, og seinni í kvøld spælir eitt av útlendsku høvuðsnøvnunum, Wenche Hartmann.
Fyrireikararnir hava skapt veruliga countrydám á festivaløkinum, og ikki minst countrygøtan við sølubúðum og annað er við til skapa festivalstemning í Sørvági.
Nógvir húsvognar eru komnir á festivalin, og har er lagið gott millum fólk. Veðrið er av tí besta.
Í kvøld hava eitt nú Ragnar í Vík, Vestmenn og Nameless verið á palli, og seinni í kvøld verða Jørgen & Jákup og Froðbiar Sóknar Blues Orkestur at hoyra.
Country og Blues Festivalurin í Sørvági heldur fram út á náttina, og aftur í morgin er drúgv skrá fyri festivalin.
(Mynd: Jens Kr. Vang)