Fríggjadagin 4. desember letur stór jólasølustevna - Jólasølustevnan ´98 - upp í Ítróttarhøllini á Kambsdali. Tað er Gøtu Ítróttarfelag, sum hevur sett sær fyri, at geva eysturoyingum møguleika fyri at keypa allar jólagávur á einum og sama stað. Hetta hevur ikki verið vanligt í Eysturoynni, og áhugin millum handilsfólk hevur tí verið avbera stórur.
Sum skilst, hevur ikki verið pláss fyri øllum, sum ynsktu at luttaka á stevnuni.
Sangkappin fyri børn
Møguleikin fyri at keypa jólagávur og jólastás, verður kryddaður við einum stórum úrvali av undirhaldi. Fríggjakvøldið syngur Heini Lútzen, leygardagin syngur Lena Andersen saman við manninum Niklasi Johannesen, meðan sunnudagin verður endað við stórari gallasýning við Kim Hansen, Eivør Pállsdóttir og Magna Poulsen. Leygardagin og sunnudagin støkka jólamennirnir inn á gólvið við onkrum góðum til børnini. Meðan teir eru í høllini skipa teir fyri eini kapping, har børn fáa høvi at dansa og mima til tónleik, sum tey sjálvi velja - sokallað play back. Teir bestu luttakararnir koma víðari til eina finalu, sum verður sunnudagin. Vinnarin fær 1.000 kr. frá jólamonnunum.
Í alt verða 4 mótasýningar á stevnuni, har ikki minni enn 16 handlar fara at vísa tað nýggjasta til børnini og til hann og hennara fra innast til uttast.
Høgni Hoydal
setir stevnuna
Tað hevur eydnast Gøtu Ítróttarfelag at fáa Høgna Hoydal, landstýrismann at seta stevnuna. Í hesum sambandi fer Høgni Hoydal at halda røðu fríggjadagin kl. 19.45.
Afturvendandi tiltak
Ein tíð er fráliðin, síðan Gøtu Ítróttarfelag seinast skipaði fyri sølustevnu, men sera góða undirtøkan, millum handlar og fyritøkur til hesa stevnuna, gevur greiða ábending um, at tørvur er á slíkum stevnum.
Tí hevur Gøtu Ítróttarfelag sett sær sum mál, at skipa fyri jólasølustevnu á Kambsdali á hvørjum ári.