Rættskriving ? Triði partur

Bókaútgáva

 

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Rættskriving - Triði partur. Bókin byggir, eins og áður útgivnu partarnir, á bókina ?Føroysk rættskriving, 4. skúlaár? eftir Jeffrei Henriksen.

Bókin er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Dentur er lagdur á at geva miðvísa undirvísing í mállæru og føroyskari rættskriving við denti á tey staviorð og á tær rættskrivingarreglur, ið mesti tørvur tykir vera á hjá børnunum at læra í miðdeild fólkaskúlans.

Í bókini eru 31 tímar. Innihaldsliga er hon býtt í trý evni: fyrisagnir, ljóðlæru og rættskriving.

Fyrisagnirnar eru 11 í tali. Í ljóðlæru verður arbeitt við umljóði. Rættskrivingarvenjingar eru t.d.: útfyllingarstykki og uppgávur, tá ið arbeitt verður við navnorðum, sagnorðum, lýsingarorðum, kynunum og føllunum. Eisini eru orðvenjingar, har ið sligið verður upp í leitorðalistanum, sum er skipaður í bókstavarað og stendur aftast í bókini. Harumframt eru stílaevni.

Í triðja parti hevur Gunnvør Joensen gjørt uppskot til fjølbroyttar eykauppgávur, sum geva næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Aðrar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu nýtast bæði sum samrøður og í skrivligum arbeiði.

Aftast í bókini eru rættskrivingarreglur og leitorðalisti.

Í bókini eru nógvar myndir, sum Herálvur Jacobsen, lærari, hevur teknað. Olivur við Neyst teknaði permumyndina.

Umbróting, reproarbeiði og prenti hevur Hestprent staðið fyri.

Rættskriving - Triði partur er 77 blaðsíður og kostar 95,- kr.