Ritan í trupulleikum?
Stutta av tí langa er, at Arabo totalt hevur misskilt málið. Tað er rætt, at Ritan ikki sleppur at sigla, tí botnurin er so illa farin, at plátur mugu skiftast, áðrenn skipið aftur fær siglingsloyvi. Tað er eisini rætt, at almenna Kringvarpið bar tey tíðindi, at Strandferðslan nú fór at senda Fíggjarnevndini eitt fíggjarnevndarskjal, har biðið varð um eina millión til at gera Rituna aftur fyri. Men Arabo eigur at vita frá síni tíð í politikki, at tað er bert Fíggjarmálaráðið, sum avgreiðir umbønir um játtan frá Løgtinginum. Hetta kann Vinnumálaráðið ikki gera og enn minni Strandferðslan.
Tá Vinnumálaráðið tók málið upp á landsstýrisfundi, boðaði eg frá, at eg fór ikki at senda nakra umbøn til Fíggjarnevndina um eykajáttan, tí SL hevur, sum er, eina játtan upp á 125 mió. kr. og kann sostatt avgreiða málið sjálvt beinanvegin. Hetta arbeiðið kemur undir viðlíkahald, sum eisini er ein partur av rakstrinum hjá SL. Um raksturin seinni í árinum kemur at mangla hesa milliónina, so mugu vit taka tann spurningin upp til ta tíð. Tað er søgan um Rituna.
Vit tóku als ikki nakað initiativ frá nøkrum, men tvørturímóti bóðu vit Vinnumálaráðið biðja SL um at taka initiativið beinanvegin og fáa skipið umvælt sum skjótast. Við 125 mió. kr. í rakstrarjáttan var eingin grund til hjá Vinnumálaráðnum at órógva hvørki Løgting ella Fíggjarnevnd í ótíð fyri at fáa gjørt Rituna aftur.
So tvørturímóti, tí sum Arabo skrivar, so bóðu vit Vinnumálaráðið biðja SL um at fara til verka beinanvegin. Og so varð gjørt.
Als og fíggjarlógin?
Men síðan er greinin hjá Arabo full av øðrum bakbitum. Lat meg bert taka okkurt burtur úr rúgvuni.
Viðvíkjandi ynskinum hjá onkrum um at fáa Als og Samhaldsfasta inn á fíggjarlógina, so haldi eg, at tú Thomas átti at kent meg betur. Væl veit eg, at tað finnast fólk í fyrisitingini og hjá Landsgrannskoðanini, sum halda, at sjálvandi skal Als á fíggjarlógina, tí inngjaldið í botn og grund er ein skattur.
Eg var landsstýrismaður, tá lunnar vórðu lagdir undir Als-skipanina í síni tíð. Tað var ikki nakar dansur á rósum, tí tá høvdu vit eitt arbeiðsloysi upp á 25%. Saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, so eydnaðist at fáa skipanina upp at standa. Men tað var breið semja millum partarnar, at skipanin skuldi vera ein skipan, sum arbeiðsmarknaðurin skuldu hava ábyrgd av og ikki Løgtingið, sjálvt um skipanin er umsitin sambært løgtingslóg. Um sama mundið fingu vit eisini Samhaldsfasta so mikið væl at virka, at hann kundi fara undir at gjalda út.
Nei, harra Arabo, hvørki eg og ei heldur meirilutin í Løgtinginum ætla at leggja hesar skipanir undir fíggjarlógina. Tað hava vit megna at hildið fast við.
Hvat gera tey í Albert Hall?
Síðan viðger Arabo skipanina rundan um nýggju játtanarlógina.
Endamálið við lógini er at fáa greiðar reglur og mannagongdir í samband við tilgongdina til eina fíggjarlóg. Somuleiðis hava vit eisini fingið eina Leiðslukunningarskipan, har vit hvønn dag kunnu fylgja við, hvussu gongst við játtanunum á fíggjarlógini. Hvønn mánað skulu bæði aðalstjórar og landsstýrisfólk vátta, um gongdin er í lagi.
Tað er tó rætt, at vit brúka nógva orku til hetta arbeiðið og til at fáa játtanirnar at halda á fíggjarlógini. Men eg dugi als ikki at síggja, at tað skal vera nakað brotsverk. Og viðurskiftini eru vorðin munandi betur, ja nógv betur enn tey nakrantíð hava verið. Vit umsita jú pengarnar hjá skattgjaldaranum, so skil má vera í.
Róð verður framundir, at viðurskiftini skulu verða meira smidlig, tá ið tað snýr seg um at umsita almennar pengar. Tað var hetta, vit sóu í 80-unum, har pengar vórðu brúktir til sera ivingarsamar verkætlanir, og veðhildið varð fyri lánum til vinnuna uttan fyrilit. Tað er neyvan nakar, sum heldur, at hetta er nakað, vit skulu aftur til.
Stórar upphæddir vórðu tá brúktar uttan fyri fíggjarlógina í sokallaðum grunnum, sum eingin veruliga hevði yvirlit yvir. Tí var játtanin, sum varð samtykt á fíggjarlógini, ikki tað sama sum nýtslan, sum í veruleikanum fór fram. T.v.s. at í veruleikanum varð ikki stýrt. Tí vórðu út við 100 grunnar avtiknir fyrst í 90´unum. Hetta er neyvan ein støða, nakar vil aftur til.
Í kreppuni fyrst í nítiárunum kendi landsstýrið eingi tøl yvir almenna búskapin. Búskapurin var í fríum falli, og vit høvdu eingi tøl. Tí tók landsstýrið ta avgerð, at ein loysn skuldi fáast á hesum, so at avgerðartakararnir vistu, hvussu landið lá. Tað at vita, hvat almenna húsarhaldið kostar, er væl neyvan nakar, sum hevur nakað ímóti.
Seinastu árini hevur tað almenna havt ovurhonds stór yvirtrekk. Henda støða merkti sjálvandi, at tað manglaðu pengar, men eisini, at okkara lángevarar ikki høvdu álit á, at vit megnaðu at stýra hesum landinum. Fíggjarmálaráðið hevur fingið bilbukt við hesum við einfaldum mannagongdum. Tað er neyvan nakar við ábyrgdarkenslu, sum heldur, at hetta er óneyðugt.
Teir dugnaligu stovnsleiðararnir síggja ikki hesar batar sum nakran trupulleika. Gjøgnumskygnið í almenna búskapin hevur merkt, at fólk hava munandi meira álit á okkum.
Men aftur til Rituna, sum eg gangi út frá, var orsøkin til atsóknina frá Arabo. Hvørki Fíggjarmálaráðið ella Gjaldstovan hava lagt hálmstrá í vegin fyri, at tann skjótasta loysnin varð vald. Vit mæltu til skjótastu loysnina, hóast onkur annar vildi heilgardera seg.










