Leiklutur Helga Fossádals
Helgi Fossádal, sum er stjóri á Listasavni Føroya, hevur als onga ábyrgd av framsýningini annað enn at lata savnið hýsa henni.
Tað er Listafelag Føroya, sum hevur heitt á Kirsten Justesen um at skipa fyri Ólavsøkuframsýningini í ár. Tað er eisini Listafelagið, sum hevur givið henni fríar hendur at velja og sálda.
Helgi Fossádal hevur ongan leiklut í avgerðum nevndarinnar, og hann eigur hvørki rós ella last uppiborið fyri innihaldið í Ólavsøkuframsýningini.
Felag og savn
Listafelagið bygdi Listaskálan í Gundadali, og í 1970 fekk Ólavsøkuframsýningin, sum vituligt er, fast innivist har. Árini undantikin tá Listaskálin var útbygdur og gjørdist til almenna stovnin Listasavn Føroya. Føstu ognirnar hjá Listafelagnum gingu inn í almenna stovnin: grundstykkið, Listaskálin sjálvur og øll verkini, sum felagið hevði keypt gjøgnum árini.
Síðani 1993 hevur Ólavsøkuframsýningin húsast í Listasavni Føroya.
Skitsan
Ólavsøkuframsýningin Skitsan er eitt gylt høvi at fáa innlit í listaligu arbeiðsgongdina hjá listafólkunum, sum hava latið framsýningini tilfar. Skitsan er eitt visuelt ríkidømi, sum eingin vanliga sær, tí tað er gjørt áðrenn verkið. Skitsurnar sjálvar hava kortini sera ymisk skap alt eftir tøkni og benda ofta á fatanina hjá listafólkinum av, hvat list er og kann vera.
Framsýningin er úrslit av kanningarferðum um land og ríki, sum Kirsten Justesen hevur gjørt í samstarvi við Brynhild Næs Petersen.
Framsýningin er opin til og við sunnudagin 17. august.
Aðalfundur
Upplýsingar um felagið og nevndina eru at finna á HYPERLINK "http://www.listafelag.fo" www.listafelag.fo. Felagið hevur aðalfund í Listasavninum leygardagin 16. august kl. 17.










