Upplýsast skal, at:
Ongin sáttmáli yvirhøvur finst millum Trónd Patursson og Listasavn Føroya um hetta listaverkið.
Listasavn Føroya eigur ikki listaverkið og hevur tað ei heldur í varðveitslu, og listaverkið hevur ongantíð verið skrásett á savninum.
Listasavn Føroya og listamaðurin eru samd um, at listaverkið stendur á einum forfjónaðum stað, og tað er vanvirðisligt fyri bæði listaverkið sjálvt, listamannin og eisini fyri Listasavn Føroya.
Listaverkið, sum stendur uttan umsjón, er stongt, tí tað er í ivasomum standi, har glas kann brotna og verða beinleiðis vandamikið fyri vitjandi, ikki minst fyri børn.
Listaverkið, sum er ein týdningarmikil partur av listini hjá Tróndi Patursson sum tað fyrsta av fleiri kosmisku rúmum, stendur heilt uttan fyri tað umhvørvið, tað upprunaliga var ætlað, nevniliga á einum havnaøki saman við fleiri øðrum líknandi listaverkum. Harumframt er globali dialogurin, sum listaverkið upprunaliga var liður í, horvin. Upprunaliga hugskotið við framsýningini Container 96 í Keypmannahavn var júst at flyta listina burtur úr listasavnsumhvørvinum og skapa nýggj “listarúm” í dialogi við øðrvísi umhvørvi. Í hesum sambandi havi eg undirritaði skotið upp fyri listamanninum at flyta listaverkið í líknandi umhvørvi aftur, t.d. við at flyta tað oman á Farstøðina í Tórshavn.
Tá ið eitt listasavn fær boðið eitt listaverk sum gávu, skal listasavnið taka støðu til, um tað vil taka ímóti gávuni ella ikki. Sum limur í ICOM, altjóða ST stovninum fyri søvn, skal Listasavn Føroya fylgja teimum altjóða savnsreglum, sum eru galdandi, og harímillum ikki at taka ímóti gávum, ið vera givnar við treytum, tí Listasavn Føroya má sjálvt gera av, hvussu listaverkið verður nýtt í savnshøpi.
Tróndur Patursson er komin við uppskoti at geva Listasavni Føroya listaverkið við ávísum treytum, sum Listasavn Føroya ikki treytaleyst kann góðtaka. Savnið hevur havt fleiri fundir við listamannin um verkið, men enn er ongin endalig niðurstøða gjørd. Arbeitt verður framvegis við hesum máli.
Sambært ICOM kann eitt listasavn ikki hava listaverk standandi á ognum sínum, uttan at greiði er á ognarviðurskiftunum, og sáttmáli er gjørdur og undirskrivaður av øllum viðkomandi pørtum.