Magistarafelag Føroya
tann 16. februar 2006 kl. 18:30 um trætuna millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag Føroya um gjald fyri vaktarhald.
Magistarafelagið ger púra greitt, at tíðindini frá fíggjarmálaráðharranum í ÚF í kvøld mugu vera tikin úr leysum lofti, og at felagið púrt einki kennir til tær upphæddir, ið landsstýrismaðurin ber fram.
Støðan er hon, at Magistarafelagið longu á fyrsta fundinum við Lønardeildina um málið, boðaði frá, at felagið einans krevur at fáa somu sømdir fyri vaktarhald, sum Fíggjarmálaráðið longu frammanundan letur til onnur feløg við samsvarandi fakligu bakgrund.
Faktum er, at Fíggjarmálaráðið longu letur øðrum feløgum omanfyri 30% av teirra tímaløn í samsýning fyri tilkallivakt, umframt yvirtíðargjald fyri ta arbeiðstíð, fólk verða kallað til arbeiðis.
Magistarafelagið boðaði á sama fundi frá, at felagið er sinnað at góðtaka eina aðra og lægri upphædd fyri sokallaða telefonvakt. Á næsta fundinum kom Lønardeildin við einum so fullkomiliga órealistiskum útspæli, at her reelt onki var at tosa seriøst saman um.
Páhaldi hjá ráðharranum byggir vónandi á misskiljingar og ikki á villleiðingar. Magistarafelagið fer tí at nýta høvið at biðja landsstýrismannin í fíggjarmálum um sjálvan at koma á fund við felagið at umrøða málið, soleiðis at vit har vónandi fáa tosað okkum til rættis um trupulleikan. Magistarafelagið hevur undir øllum samráðingunum víst góðan samráðingarvilja og vil ógvuliga fegið finna eina skilagóða og sømiliga loysn á hesum óhepna málið.