Rættleiðing til Rolf Guttesen

Í farnu viku hevði Rolf Guttesen eina grein í Sosialinum, ið hann kallaði: ”Í Havn er støðan hjá teim eldru, sum krevja røkt, ikki góð”. Rolf dugir væl at skriva, og ofta eru hansara meiningar bæði góðar og beinraknar. Sama kann sigast um blaðgreinina, har hann lýsir vánaligu støðuna hjá teinum gomlu í høvuðsstaðnum. Rolf vísir á, at tað bert eru áleið 100 røktarheimspláss í kommununi, sjálvt um tørvur er á minst tí dupulta, tí 100 fólk standa á akutta bíðilistanum fyri at sleppa á røktarheim. Eg eri púra samdur við Rolf um, at støðan er syndarlig í Tórshavn, tá talan er um at geva okkara gomlu sømulig kor.

 

Skeiv adressa Rolf

Kortini má eg koma við eini rættleiðing til part av greinini hjá Rolf, og átti ein maður sum hann at kannað, um tað er rætt, sum hann skrivar. Rolf skrivar undir brotinum: »Havnin svav í tímanum«. »Hvussu ber tað so til, at Eysturoyggin og Norðstreym, til dømis, hava bygt, og klára tørvin. Tá landið í árunum 2002-5 setti pengar av til endamálið, vóru hesar kommunur skjótar at og søktu. Men Tórshavnar kommuna, við Jan Christiansen sum borgarstjóra, gloymdi ella var ov sein at søkja um ta røttu upphæddina, sum kundi dekka tørvin í Havn. Ein borgmeistari svav í tímanum.«

 

Ikki svav borgmeistarin

Tíverri er hasin parturin av greinini hjá Rolf beinleiðin skeivur. Tórshavnar kommuna søkti sjálvsagt um stuðul til at bygga ellis- og røktarheim. Stuðulin bleiv játtaður, og fóru vit beinanvegin undir at bygga. Fyrst umbygdu vit gomlu Marinustøðina til røktarheim, ið nú fekk navnið Tjarnagarður, og har vit fingu 10 búpláss umframt eitt dagtilhald fyri minnisveik gomul fólk. Eisini bleiv heimið í Vallalíð bygt tá, og har kunnu 16 gomul búgva. Prosjekt bleiv eisini gjørt, og byrjað varð at byggja nýtt røktarheim afturat Tjarnagarði, og í dag búgva 24 eldri har. Tað vil siga, at 50 ellis- og røktarheimspláss blivu bygd ella sett í gongd í býráðssetuni frá 2000 til 2005. So Rolf, ikki kanst tú siga við røttum, at táverandi borgmeistari svav í tímanum. Av teimum áleið 100 ellis- og røktarheimsplássumum í kommununi blivu 50 - ein helvt - av hesum samtykt av býráðmanningini frá 2000 til 2005. Kanska átti eg at sagt, at tey blivu øll bygd og betalt uttan at ein króna bleiv tikin í láni.