Rættleiðing til RFF um motorsúkkurnar

Nevndin í Føroya-MC

Leiðarin fyri RFF hevur í bløðunum 5. jan ár eina viðmerking til tað sum Føroya-MC førdi fram um avgjaldsmálið, og lat tað verða sagt beinavegin, at tað var ikki meiningin at fáa eitt blaðkjak burturúr men m.a. at vísa á at Føroya-MC, (sum allerhelst restin av Føroya fólk) eisini gongur inn fyri nullhugsjónini um at eingin skal doyggja í ferðsluni. Tó vil tað ikki siga at vit eru 100% samd í, hvat Jón Kragesteen førir fram, men at vit hava sama mál og ymiskar framfararhættir.
Tó mugu vit koma við einari rætting til nøkur av teimum hagtølum, sum JK leggur fram. Bitið var serliga merki í donsku tølini yvir deyð á motorsúkklu, sum í talvuni hjá JK, hevði nøkur stór sving uppeftir, serliga í 1999. Eftir at hava eftirkannað tey tøl, sum JK leggur fram, síggja vit, at tað als ikki samsvarar við tølini frá "sikkertrafik.dk", sum bæði RFF og Rådet for Større Færdselsikkerhed (DK) vísir á, tá tað kemur við hagtølum. Sí tabell.

Hagtøl hjá Jón Kragesteen (JK) kontra Sikkertrafik.dk (ST.DK)

ÁrJKST.DKMunur

199723194
199827216
1999432617
2000362412
200112120
200224240
200325250

Tils.19015139

Her tosa vit um eina lækking uppá 20% yvir bert 7 ár. So Føroya-MC hevur, bert við at rætta nøkur tøl, gjørt tað nógv tryggari í ferðsluni og so enntá í Danmørkini!
Nú er tað einaferð soleiðis við hagtølum, at ein kann fáa tað burturúr teimum sum ein vil, bara ein setur tey upp á rættan hátt.
M.a. kemur JK fram til, at tað skal vera 16 ferðir vandamiklari at koyra á motorsúkklu enn í bili. Hetta er grundað á, at tað eru 10,2 mio. koyrdir km millum hvørja bilvanlukku og bert 0,6 mio. koyrdar km millum hvørja motorsúkkluvanlukku í Føroyum.
Um vit nýta tølini hjá JK sjálvum og siga, at í meðal koyrir ein bilur 15.000 km árliga, so svarar hetta til, at tað pr. bil ganga 680 ár til at tað hendir ein vanlukka.
Um ein motorsúkkla í meðal koyrir 3000 km pr. ár, svarar tað til, at tað pr. motorsúkklu ganga 200 ár til tað hendir ein vanlukka. Sostatt er tað ikki 16 ferðir vandamiklari at koyra motorsúkklu enn bili, men "bert" 3,4 ferðir so vandamikið.
Hvat hava vit so gjørt her? Hevur RFF gjørt tað ótryggari at koyra motorsúkklu og hevur Føroya-MC gjørt tað tryggari? Ella hava vit í heila tikið gjørt nakað ítøkuligt fyri at gera nakað sum helst tryggari? Í okkara verð hava vit bert víst á, hvussu tað ber til at nýta/misnýta hagtøl, sum ein vil.
Men hvat kunnu vit so gera, fyri at fáa ferðsluna tryggari? Sum vit nevndu í umtalaðu grein um avgjaldsmál, so meina vit ikki at tað er ein gongd leið at hækka avgjaldið á motorsúkklum, tí tá verður aldurin á súklum væntandi enn hægri enn í dag, og motorsúkklunar harvið enn meira ótryggar. Um avgjaldið hinvegin lækkar kann man vænta, at motorsúkklunar verða yngri og harvið nógv tryggari, men vit halda tó, at ein sera týdningarmikil partur av at fáa tryggari ferðslu er upplýsing.

At Føroya-MC meldaðu seg sum lim í RFF í ´01 var ikki av tilvild...tað var fyri at betra um trygdina, og eisini koma við okkara vitan á hesum økinum. Vit vilja hervið biða RFF um ein fund, har báðir partar kunna legga síni sjónarmið fram, og har báðir partar og Føroya fólk vónandi fara at vinna nakað viðv. ferðslutrygdini.