Rættleiðing til Rana Wardum

Bill Justinussen, løgtingsmaður

Tú skrivar í niðurgerandi lesarabrævi, at eg gav einum lurtara, sum ringdi inn í beinleiðis sending í Útvarpi Føroya, rætt, tá hesin samanber pedofili og samkynd. Eg fari hervið at avvísa, at eg havi samanborið hesar báðar bólkar, og eg havi heldur ikki tikið undir við teimum, sum samanbera slíkar. At eg ikki tímdi at brúka stuttu tíðina til at viðgera hansara persónligu upplivingar, eiga tú og øll at skilja. Men at tú skalt misnýta tað til at seta meg á skúlabonk og greiða mær frá viðurskiftum, sum hvørt mansbarn í Føroyum veit, avdúkar bert tíni skeivu motivir. Eg geri alt fyri at halda viðgerðini av uppskotinum um broytingar í revsilógini á einum sakligum støði, men tað hevur tú helst ikki áhuga í. Nei, Rani, eg hoyri ikki til tann bólkin, sum tú so inniliga ynskir, at eg hoyri til av teirri einføldu orsøk, at eg ikki eri so fordømandi fyri øðrvísihugsandi, sum tú ert.