Rættleiðing til Páll á Reynatúgvu

Annika Olsen
----

Í miðlunum mikudagin leggur Páll á Reynatúgvu, tinglimur hjá Tjóðveldi, samgonguna og meg undir at hækka skattin hjá fólkapensjónistunum. Hetta er beinleiðis skeivt, tí nýggja skattaskipanin og ein hægri samhaldsfasti tryggjar fólkapensjónistum uttan aðra inntøku eitt hægri útgjald í 2012 enn í 2011.
Tann 4. januar 2012 sendi eg eitt tíðindaskriv út um hækkaða útgjaldið. Endamálið við tíðindaskrivinum var at kunna fólkapensjónistarnar um broyttu fyritreytirnar. Hvussu ein faktuell kunning er at pynta seg við vakrari fjaðrum – ja, tað má standa fyri rokningina hjá Páll á Reynatúgvu.
Páll á Reynatúgvu sigur seg hava roknað pensjónina hjá einum góðum vinmanni, sum er vorðin fólkapensjónistur, og er komin eftir, at fólkapensjónistar fáa eina skattahækking. Av góðum grundum veit eg ikki, hvussu roknistykkið hjá Páll á Reynatúgvu hongur saman. Tað liggur kortini fast, at fyrstu ferð vit síggja útslagið av hækkaða samhaldsfasta og nýggju skattaskipanini verður í komandi viku. Væntandi verður pensjónsútgjaldið á konto tann 30. januar 2012.
Roknistykkið er hetta:

2011
2012
Grundupphædd
50.028 kr.
50.028 kr.
Viðbót
38.268 kr.
38.268 kr.
Samhaldsfasti
32.280 kr.
33.240 kr.
Viðbót til ávísar pensjónistar
7.416 kr.
7.416 kr.
Inntøka um árið áðrenn skatt
127.992 kr.
128.952 kr.



Skattskyldug inntøka


Viðbót og samhaldsfasti
70.548 kr.
71.508 kr.
Kommunuskattur (miðal 21,43)
8.679 kr.
8.893 kr.
Landsskattur
2.925 kr.
1.300 kr.
Kirkjuskattur (miðal 0,62 í 2011)
251 kr.
257 kr.
Heilsutrygd
2.940 kr.
3.180 kr.
Skattur og Heilsutrygd tils.
14.795 kr.
13.631 kr.



Inntøka eftir skatt og Heilsutrygd
113.197 kr.
115.321 kr.
Inntøka um mðr.
9.433 kr.
9.610 kr.



Munur

+177 kr.
 
Sostatt fær ein stakur fólkapensjónistur eitt hægri – og ikki lægri útgjald, sum Páll á Reynatúgvu vil vera við.
Hjá einum stakum pensjónisti merkir nýggja skattaskipanin og hækkaður samhaldsfasti, at hann fær 177 krónur um mánaðin meira eftir skatt (við miðal kommunuskattaprosenti), meðan giftir pensjónistar fáa 228 krónur ella 456 krónur tilsamans meira um mánaðin eftir skatt.