Rættleiðing til Mentamálaráðharran

Í týsdags-dimmuni og - sosialinum pástendur hann, at maskinmeistaraútbúgvingin ikki er í vanda, hóast hann sjálvur er nógv betri vitandi.

Hjalmar N. Poulsen


Jú sætt er.- Maskinmeistaraútbúgvingin er sanniliga í vanda.
Fyri at undirstrika hetta postulat, verður víst til skrivliga fyrispurningin, sum háttvirdi tinglimur Annita á Fríðriksmørk hevði til mentamálaráðharran í tinginum fríggjadagin 3. marts í ár. Svarið vit fingu frá mentamálaráðharranum 20. apríl, var villeiðandi uttanumtos, fyri ikki at siga direkta ósætt og bar brá av fingravaski í skundi. Átakið eydnaðist honum stak væl og almenningurin, sum so, fekk ein varhuga av, at alt var í fínasta lagi.
Hann svarar m.a.: At fyri at ongin misskiljing skuldi verða, var neyðug kunning um bygnaðarbroytingar givin avvarandi pørtum í góðari tíð. Hví nevndi hann ikki í hesum sambandi leidslubygnaðin, sum samanlagdi skúlin í framtíðini kom at virka undir? Hví segði hann ikki sum var, at lógloysi valdaði á økinum og lógarkravda útbúgvingarráðið samb. løgtingslóg frá 24. apr. 2001. enn ikki var mannað, soleiðis at diktatorisku mannagongdirnar, av hesi orsøk, ótarnaðar og út frá einum leiðslusjónarmidið kundu setast í verk?
Er tað tilvita forsømilsi ella embatismannafusk? Lógarkravda útbúgvingarráðið er enn tann dag í dag ikki sett, hóst felagið upp í saman fleiri ferðir í langa tíð hevur eftirlýst hesum. - So kom tað eisini uppá pláss!
Áðrenn nøkur skúlaleiðsla var sett, var upplýst, at hon skuldi verða samansett soleiðis, at hon á ongan hátt skuldi kunna favorisera útbúbvingargreinirnar á nakran hátt. Av hesi orsøk fingu ávísir áhugaðir umsøkjarar at vita, at fagligt tilkníti kundi vera ein meinbogi, og at inhabilir umsøkjarar í so máta ikki blivu góðtiknir. Allíkavæl bleiv stjóri við navigatørútbúgving settur fyri samanlagda skúlan. .- Frávik í lógini ella hvat?
At Mentamálaráðið undrast á arbeiðsháttin hjá maskinmeistarafelagnum er kanska ikki so løgi, tí tað skuldi ikki verið neyðugt at tala at í so máta. Men lat tað vera sagt, at limir felagsins síggja tað sum sína skildu, at verja eftirkomarir okkara á hesum øki, soleiðis at teir í framtíðini, ikki slongjast sum bukka millum sengur orsaka av kleyvarskapi í umsitingini. Skulu lógarkravdu dygdarkrøvini framvegis uppfyllast, má annað skinn takast um bak. Fyrst og fremst í Mentamálaráðnum,- soleiðis at skil aftur fast á vinnu- og miðnámsskúlum landsins, sum í stóran mun liggja í andaleypi orsaka av umsitingarligum fuski.
Havi granska á hesum øki,- tó alt gott um gransking,- men lítil fuglur sang um at ávísar neglir, høvdu sett seg á reiðrið uppi við Krákugjógv.


Vestmanna hin 10.5-2006
.