Rættleiðing til Heðin Mortensen

Annika Olsen, landsstýriskvinna
------
Formaðurin í Kommunusamskipan Føroya, Heðin Mortensen, hevur í tíðindabrævið í dag misskilt ætlan mína um tilgongdina við at fremja umskipanina av kommunula geiranum uttan um kommunurnar. Sjálvandi skulu kommunurnar taka lut og sleppa til orðana í tilgongdini at umskipa kommunala geiran.

Ynski mítt er at fáa eitt breitt orðaskifti um álitið, sum kommunala umskipanarnevndin hevur latið mær, har m.a. umboð fyri Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya hava luttikið í. Hetta álit er nú lagt fyri Løgtingið til aðalorðaskifti. Ì mong ár hevur tað vantað greitt útspæl frá landspolitiska myndugleikanum um, hvat skal gerast á kommunala økinum, og hevur hetta skapað ótryggleika hjá kommununum. Við virðing fyri kommununum eiga tær nú at fáa greitt at vita, hvat skal henda á kommunala økinum, og hvat tað er politisk semja um at fremja.

Tí er ætlanin við einum politiskum fylgibólki, ið er breitt umboðaður við limum úr øllum flokkum á tingi umframt avvarðandi landsstýrisfólkum, ið hava við kommunala bygnaðin at gera, at finna fram til neyðugar semjur á kommunala økinum. Sum skilst ynskir formaðurin í Kommunusamskipan Føroya at vera ein partur av hesum politiska fylgibólki, sum skal tryggja eitt parlamentarisk grundarlag fyri broytingum. Hetta stríðir ímóti Stýrisskipan Føroya. Tað er ikki vanligt, at onnur enn tey, ið eru vald í Løgtingið ella sita í Landsstýrinum, skulu tryggja grundarlag fyri parlamentariskum loysnum. Tó ætli eg sum landsstýriskvinna í kommunumálum, at bæði kommunufeløgini verða hoyringspartur í allari tilgongdini, og ikki bara, tá ið alt arbeiði er komið á mál, at fáa broytingarnar til hoyringar. Sostatt fáa feløgini bæði møguleika at gera sína ávirkan galdandi í allari tilgongdini.

Í vikuskiftinum var eg boðin á umboðsráðsfund hjá Føroya Kommunufelag, og í røðu míni segði eg m.a. at umframt at seta ein politiskan fylgibólk, ætli eg mær eisini út at tosa við tær 30 kommunurnar fyri at fáa teirra sjónarmið, soleiðis at grundarlag verður fyri einum uppskoti til samtyktar, har lagt verður upp til breiða semju um høvuðslinjurnar í komandi kommunalu umskipanini. Hetta er neyðugt fyri at tryggja, at kommunalu broytingarnar fara fram undir fólkaræðisligum meginreglum.


Kommunubygnaðurin hevur í mong ár staðið ovast á breddanum hjá politikarum, og hevur samgongan somuleiðis valt at raðfesta broytingar í kommunala geiranum. Búskaparliga standa vit sum samfelag framman fyri risastórum avbjóðingum, og tíðin er tann rætta at gera tær neyðugu bygnaðarbroytingarnar, ið skulu til fyri at reka samfelagið meiri skynsamt.

Við einari kommunalari umskipan eiga atlit at takast at kommunala sjálvræðnum. Tað er umráðandi, at kommunurnar sjálvar hava ávirkan á, hvussu tær ynskja at skipa teirra viðurskifti. Okkara uppgáva sum landspolitikarar er at tryggja kommununum teir bestu karmarnar at virka undir, soleiðis at kommunala sjálvræðið kann virka til fulnar.


Mín visjón fyri kommunalu umskipanini er: At skapa umstøður fyri staðbundnum sjálvræði, sum tryggjar vælferð, trivnað og vøkstur.



Í Tinganesi, 22. februar 2010