Rættleiðing til forkvinnuna í Demokratia

John William Joensen, Formaður í Norðoya Sambandsfelag

 

Tað er beinleiðis ósatt, tá Eyðgun Samuelsen sigur, at skotbráið hjá kvinnum at stillað upp er ov stutt.

Fyrsti uppstillingarfundurin hjá Norðoya Sambandsfelag var fríggjadagin 30. mars 2007, og enn hevur løgmaður ikki ásett nær valdagur verður, men allarhelst verður hann ikki fyrr enn í januar 2008.

Tí er tað fullkomiliga burturvið, tá forkvinnan í Demokratia rør upp undir, at skotbráið til uppstilling er alt ov stutt.

Tað er ein sannroynd, at tað er trupult at fáa kvinnur á listarnar til løgtingsval – men ístaðin fyri at skjóta til høgru og vinstru kundi forkvinnan í Demokratia tikið í egnan barm.

Ein trupulleiki er kanska, at tær kvinnur, sum í dag eru frammi í føroyskum politikki ikki eru fyrimyndir hjá øðrum kvinnum, og at hugurin hjá teimum at fáa aðrar kvinnur at stilla upp ikki altíð er so eyðsýndur, sum vit sum veljarafelag kundu ynskt.

Í Norðoya Sambandsfelag hava vit tvær kvinnur, sum eru aktivar í nevndini og fleiri ferðir hava verið uppstillaðar. Onnur hevur umboðað okkum í býráðnum og hevur verið flokkinum og býnum til frama. Tær hava í fleiri ár aktivt roynt at fingið aðrar kvinnur at stilla upp og vónandi megna vit í ár at fáa javnstøðu í okkara uppstilling.

Uppskotini, sum er komin frá javnstøðunevndini og Demokratia seinastu tíðina hava verið lítil hjálp hjá okkum veljarafeløgum, sum standa fyri uppstillingini til løgtingsvalið.

Uppskotið um at flokkar skulu hava tveir listar kom bráddliga dettandi niður úr luftini og kann neyvan vera tikið seriøst. Vit hava ríkiligt av sundurlindi í politiska lívinum – so eingin orðsøk er at elva til stríð millum kynini eisini.

Sum sagt so er ein trupulleiki kanska, at kvinnur - sum eru valdar á ting - kanska hava sæð ein fordeil av at vera einsamallar - tí tá eru færri kvinnur at bíta kvinnuligu atkvøðurnar við, og tí haldi eg, at fleiri av valdu kvinnunum hava verið meira enn hálvforkølaðar í royndini at fáa fleiri av sama kyni inn um tinggáttina.

Orkan hjá Demokratia og javnstøðunevndini átti fyrst og fremst at verið brúkt til at fáa politiska áhugan hjá kvinnum birtan – soleiðis at kappingin um uppstillingina verður meira javnt býtt millum kynini og minni orka átti at verða brúkt til at leita eftir hugskotum - systemskift - og annað sum vit veljarafeløg ikki kunnu brúka til nakað sum helst.

Seinasti uppstillingarfundurin hjá Norðoya Sambandsfelag verður óivað í komandi viku ella í aðru viku, og forkvinnan í Demorkatia er vælkomin at birta upp undir at fáa fleiri sambandshugaðar kvinnur at møta til fundar.