Annfinn Danielsen
--------
Tá sagt verður, at Bóltfelagið B36 bleiv stovnað í Undirhúsinum, er tað heilt burturvið. Undirhúsið hevur húsanummar Undir Bryggjubakka 5.
Bóltfelagið B36 var stovnað í kjallarinum hjá handlinum hjá Hansinu Johannesen, sum var Undir Bryggjubakka 10. Har hevði hon smásølu í erva, við klæðum og seymigreiðum og heimasølu við m. a. kjólum. Tað er har "Reyði Krossur" heldur til í dag.
Í kjallarunum, Undir Bryggjubakka 9, helt radiohandilin SHJ helt til í sínari tíð. Mynd er í bókini "Havnamyndir" - fyrr og nú - hjá Birgari Johannessen, mynd av Vágsbotni.
Tað var soleiðis, at onkur við tilknýti millum stovnararnar hjá B36 arbeiddi hjá Hansinu, og hevði hann útvegað teimum høli í kjallaranum til stovningarfundin.
Sámal Kragesten (1918-2005) minnist væl fundin. Hann bleiv hildin ein gerandisdag, tí menn komu heim av fundinum í arbeiðsklæðum. At tað hevur verið 28. mars er sannlíkt, tí hesin dagurin í 1936 var ein leygardag, sum tá var vanligur arbeiðsdagur.
Sámal var tann næstseinastu av stovnarunum, tann seinasti var Lill Michelsen.
Jóhan Mortensen, hevur eina bandasamrøðu við Sámal, sum lýsir hesu viðurskifti, sum bleiv tikið upp í 1986.
At enda kann viðmerkjast, at formaður felagsins í heili 27 ár (1947-74), Arnhold Hansen segði, at felagið æt frá stovninardegi av, Bóltfelagið B36 ella bara B36 og ikki nakað sum helst annað, sum hevur verið at sæð á prenti, t. d. fótbóltsfelagið B36, Bóltfelagið 1936, B36 Tórshavn osv.
Varðveitið tí tað snøgga heiti felagið hevur, nevniliga Bóltfelagið B36.