Rættleiðing til fíggjarmálaráharran

Hjalmar N. Poulsen
_____

Álitismaður fyri maskinmeistarnar hjá SEV í Vestmanna
Í samrøðu við Høgna í middagssendingini hjá Útvarpi Føroya hin 8/7 roynir fíggjarmálaráharrin at rættvísgera ývasomu frágreiðing hansara í Løgtingssalinum lagnukvøldið, tá demokratisku skipanarviðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum vóru deyðadømd. Ólógligi arbeiðsstegðurin, sum vegna samhuga varð sýndur okkum, kann sjálvsagt ikki við fyrimuni saksøkjast, tá sjálvt streymslitið og eftirfylgjurnar av hesum eru framkomnar á skeivum grundarlag. Fíggjarmálaráðið hevði uppá forhond tapt eitt møguligt sakarmál í sambandi við arbeiðssteðg. Hetta tí at løgtingið er villeitt undir løgtingsorðaskiftinum, kanska tilvitað fyri at fáa teir at hoppa uppá vognin, so skinnið á nøsini kundi bjargast.
Framvegis heldur hann uppá, at lønarútgjaldingarnar lógu heili 40 % omanfyri, hvat sáttmálin vísti. Pástandur hansara bygdi, sum skilst, á, at viðbøtur og yvirtíðsútgjaldingar vóru órímiliga høgar í mun til aðrar sáttmálar av slíkum slag. Út frá hesum sjónarmiði, væl at merkja, um hetta er satt, kann man enn einaferð aftur ásanna, at maðuin er rættuliga óseriøsur. Og tað er ongin loyna, at tað er ógvuliga naivt av honum at hugsa í hesar banar, tí at tað kann ikki vera meiningin, at yvirarbeiði er neyðugt fyri, at lønin skal vera tekkilig. Ella sagt á annan hátt : Arbeið bara nógvar tímar, so verður lønin hampulig. Hann átti, áðrenn hann framførdi seg á hendan hátt, at gripið í egnan barm!
Skal ikki koma so nógv inn uppá hetta øki men bert nevna løgtingsmannalønirnar sum eitt líti dømi. Teirra mánaðarligi lønarkekkur kemur í hús óansað um teir liggja á divanini heima alla ei. Hesin sum hóast alt er feitari enn tann, sum maskinmeistararnir hja SEV fáa, fyri vanliga, og í flestu førum eisini óvanliga arbeiðstíð. Munurin er bara tann, at hesir 40-50 lønarkekkar eru neyðugir fyri at tryggja eina støðuga og álítandi streymveiting um alt landið, til eina og hvørja tíð, sum samfelag okkara ikki á nakran hátt kann vera fyri uttan.
Sjálvsagt er tað ein ófrávíkilig treyt, at allar perur kunnu lýsa - eisini tann, sum stendur í standilampuni við síðuna av divan løgtingsmanna. Pástandur mín um at villeiðandi og direkta ósannar upplýsingar vórðu framførdar í løgtinginum er veruleiki. Fíggjarmálaráharrin hevur ikki bert við vilja misskilt lógarheimild sína, men hann hevur eisini missnýtt hana. Hetta eru sjálvsagt sterk orð, men byggja á viðmerkingarnar til sjálva lógina, sum heimiðlar honum til ikki at staðfesta nú tilonkisgjørda sáttmála millum SEV og felag okkara. Viðmerkingar til eina og hvørja lóg verða gjørdar við tí fyri eyga, at tær ikki skulu misskiljast, ella sagt eitt sindur øðrvísi, tær eru til at vísa, hvussu hetta amboð skal brúkast og ikki misbrúkast.
Loyvi mær til síðst at endurprenta partar av viðmerkingum til kommunustýrislógina, sum teir annars sjálvir hava viðtikið :
Viðm. til paragraf 5, stk 5.: Ásetingin skal verða við til at tryggja eitt javnt lønarlag og at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum. Sostatt skulu sáttmálar og avtalur, sum kommuna, kommunur ella kommunalir felagsskapir gera, har ásetingar eru um løn- og setanarviðurskifti, góðkennast av landsstýrismanninum. Viðvíkjandi flokkingum og stigum verður serliga hugsað um hægri størv.
Spurningur mín er so, hvussu tað eftir hesum kann bera til, at SEV-maskinmeistararnir liggja millum 8 og 9,7 % lægri enn aðrir, sum samanberast kann við. (Umframt er ójavnin eisini í frítíðarskipanini hvat føstum frídøgum viðvíkur). Og hvussu ber tað so til, at hann brúkar hesar heimildir, við tað at lønarmunurin harvið økist. Ein góður spurningur krevur eitt gott svar.
Forkastiligt er at landið lá í andaleypi í fleiri døgn. Men mest syrgiligt er tó, at allar demokratiskar reglur vóru vanvirdar og brotnar. Seinur dagur upprennur, áðrenn henda beistagerð verður gloymd.