Rættleiðing til Eyðgunn Samuelsen

Viðhvørt er tað, at fortelja eina hálva søgu, tað sama sum at fortelja eina skeiva søgu

Góða Eyðgunn!
Tú sigur í grein, at eg "blæsi og havi mjøl í munninum", tí eg kritiseri lógina um kringvarpsgjald, men stemmaði fyri hesi somu lóg á tingi. 
Hetta er eitt sindur soleiðis ... lumpisligt. Tí tú fortelur bara ein part av søguni.
Lógin um KV-gjaldið var í einum "lógarpakka". Í pakkanum var lógin um KV-gjaldið - og ein lóg, sum tók burtur skottið millum tíðindadeildirnar í útvarpi og sjónvarpi.
Eg hevði virkað nógv fyri at fáa skottið millum tíðindadeildirnar burtur, og tað bleiv við hasi lógini loyst beint eftir mínum høvdið. Tí fekk eg meg illa til at stemma ímóti tí. 
Fyri at markera heilt greitt, at eg kortini IKKI tók undir við hinum partinum av pakkanum (KV-gjaldinum), gjørdi eg hetta: 
1. Tók greiða frástøðu frá tí í mínum minnilutaáliti.
2. Talaði harðliga ímóti tí undir viðgerðini - og átalaði, at tvær heilt ymiskar lógarbroytingar vóru í sama "pakka", so vit ikki fingu tikið støðu til tær hvør sær.
3. Setti fram broytingaruppskot um, at KV-gjaldið skuldi krevjast inn umvegis skattin. 
Eg gjørdi altso alt tað, eg kundi, fyri at fáa ein annan fíggingarhátt til KVF. Tá tað ikki eydnaðist, stóð eg í eini tvístøðu. Men eg endaði við at atkvøða fyri pakkanum. 
Tað er, sigur tú, at "blæsa og hava mjøl í munnum".
Men hvat nú um eg hevði stemmað ímóti pakkanum? Hevði tú so sagt, at eg "blæsi og havi mjøl í munninum" í málinum um tíðindadeildirnar?
Viðhvørt kann mann pella við bara at fortelja helvtina av sannleikanum...