Rættleiðing til Ellint Abrahamsen

Við tað, at formaður Føroya Skipara- og Navigatørfelags, Ellintur Abrahamsen, ferð eftir ferð - seinast í "Degi og Viku" 19. december 2002 - setir fram skuldsetingar móti Føroya Reiðarafelag um, at Reiðarafelagið ikki heldur seg til gjørdar avtalur og eisini einvíst skal hava gjørt broytingar í tí sáttmála, undirskrivaður varð 19. jan. 1999, sær felagið seg noytt til at koma við rættleiðing til tað, ið framført verður.

Hin 12. januar 1999 gjørdu 5 partar avtalu um nýggjan 2 ára sáttmála. Hesir vóru: Føroya Fiskimannafelag, Maskinmeistarafelagið, Føroya Motorpassarafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag. Við tað, at samráðingarfólkið hevði sitið í 48 tímar út í eitt og allur sáttmálateksturin móti endanum varð skrivaður av nýggjum, kom uppskot frá semingsmanninum John Rajani um, at partarnir undirskrivaðu eitt eintak av einsljóðandi sáttmálum, fyri formelt at hava endað samráðingarnar. Hann vísti síðani á, at við tað at so rúgvusmikið tekst- og taltilfarð var gjørt, var vandi fyri, at onkrar villur, ið onki høvdu við sjálva avtaluna at gera, høvdu snýkt seg inn í undirskrivaða eintakið. Hann setti tí sum treyt fyri at enda semingina, at partarnir samdust um, at tað skuldi verða møguligt eftirfylgjandi at "rætta møguligar villur og skeivar orðingar". Hetta vóru allir partar samdir um, og so varð undirskrivað.
Tað vóru rættuliga nógvar villur, ið vóru staðfestar, og hesar vóru fráboðaðar semingsstovninum, sum síðani gjørdi neyðugu rættingarnar og sendi feløgunum nýggja sáttmálatekstin 4. februar 1999. Síðani tá hava limir Føroya Reiðarafelags havt og virkað eftir einsljóðandi galdandi sáttmálum við Fiskimannafelagið, Maskinmeistara-felagið, Motorpassarafelagið og Navigatørfelagið.
Men formaður Føroya Skipara- og Navigatør-felags, Ellintur Abrahamsen leyp frá gjørdari avtalu og kravdi, at "undirskrivaða eintaki incl. villur og skeivar orðingar" skuldi verra galdandi, og harvið hevur hann og felag hans-ara gjørt tað sera trupult at finna nakað samráðingargrundarlag, nú sáttmálin er farin úr gildi. Spurningurin er, hvønn sáttmála tosað verður um. Hann hevur eisini, nú beint undan samráðingunum, biðið fútan staðfesta "skeiva sáttmálan".
Føroya Reiðarafelag kann og fer ikki at seta sítt trúvirði uppá spæl. Tað skyldar felagið teimun manningarfeløgum, ið ikki hava gjørt sær dælt av støðuni, og tí ikki kravt nakað, ikki varð avtalað.
Um limir í Føroya Skipara- og Navigatørfelags kunnu liva við, at felag teirra førir seg fram á slíkan hátt, verður upp til teirra at avgera, men tað er greitt, at hetta er ikki við til at skapa gundarlag fyri góðum samstarvi.