Rættleiðing til Elina

Elin Lindenskov hevur ikki grein í sínum máli, tá hon heldur uppá, at ongin undirtøka er í býráðnum fyri at fáa bíðilistarnar á barnagarðsøkinum burtur sum skjótast.


Satt at siga veit eg ongan býráðslim, sum ikki tekur undir við hesum, og royndirnar vísa heldur ikki, at so er.

Orsøkin til, at býráðið á fundinum 5. oktober sendi tilmæli hennara um ?100 % barnaansing? aftur í nevnd, var stutt og greitt, at býráðslimir ikki vildu binda seg til nakað, sum teir møguliga ikki kunnu halda, fyrrenn teir fingu eitt betri grundarlag at taka støðu út frá.

Tildømis fylgdu hvørki framrokningar av barnatalinum ella nakrar kostnaðarmetingar við tilmælinum.

Elin sigur, at málið er koyrt aftur í nevnd, har tað nú kann liggja til eftir valið, men tað var ongantíð ætlanin hjá býráðnum.

Tvørturímóti varð hetta gjørt fyri at fáa sosialu nevnd at útvega eitt so haldgott grundarlag sum gjørligt at taka støðu út frá.

Hetta er sera umráðandi at fáa greiði á, nú farið verður undir viðgerðina av uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2001, sum ætlanin er at avgreiða við aðru og endaligu viðgerð tann 8. november.


Vinarliga


Leivur Hansen, borgarstjóri