Veðrið á Flogvøllinum hevur verið ferðsluni til vildar í morgun, og nú gongur ferðslan mest sum eftir ætlan Í allan morgun hava tey hjá Atlantic roynt at fáa rættlag á flogferðsluna, eftir at trý flogfør ikki fingu sett seg í mjørkanum, sum gjørdi um seg í gjár.
Seinkaðu flogførini hava sett seg, og frá Atlantic Airways verður nú sagt, at flogferðslan er so at siga komin aftur í rættlag. Onkrar minimalar seinkingar eru tó seinni í dag, men í aðrar mátar verður roknað við, at flogferðslan nú aftur gongur eftir ferðaætlanini.