Rættir hond út til Norsk Hydro

-Fastheldur Norsk Hydro sína stevning móti okkum í Sagex og fær viðhald, so kann hetta koma at skaða ikki bara Føroya Kolvetni, men eisini Norsk Hydro sigur Terje Hagevang, sum heitir á Norsk Hydro um heldur at taka upp eitt samstarv við Føroya Kolvetni í fyrstu útbjóðing.

Jan Müller


Hósdagin og fríggjadagin fer rætturin í Oslo at viðgera stevning frá Norsk Hydro móti fyrrv. Sagafólki í sam-bandi við arbeiði teirra í 1. útbjóðing í føroyskum øki. Felagið hevur stevnt trimum fyrrv. Sagafólkum, sum í dag hava samstarvssáttmála við føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni. Norsk Hydro metir ikki, at tey hava loyvi til at brúka vitan síni frá tíðini hjá Saga í útbjóðingini við Føroyar. Og hetta hevur reist spurningin, um føroyska oljufelagið í heila tikið fær verið við í komandi útbjóðing.

Terje Hagevang, eitt av teimum trimum Sagafólkunum og herfyri valdur í nevndina í Føroya Kolvetni sigur við Sosialin, at avgerðin hjá Norsk Hydro kemur sera illa við hjá føroyska oljufelagnum, sum hevur gjørt samstarvsavtalu við Sagex, ið tey trý fyrrv. Sagafólkini hava stovnað. Hesi skulu veita føroyska oljufelagnum ta professionellu ráðgevingina, sum neyðug er fyri at kunna lata eina umsókn inn.

-Her er talan um misskiljingar, og eg vóni inniliga, at Norsk Hydro fer at taka hetta til eftirtektar sigur Terje Hagevang, sum ikki dylur fyri, at fastheldur Norsk Hydro stevning sína og fær viðhald, so hevur norska felagið í veruleikanum givið Føroya Kolvetni stórar trupulleikar, og hetta kemur sera illa við, nú felagið skal royna seg í eini fyrstu útbjóðing.

Terje Hagevang vísir á, at Føroya Kolvetni herfyri gjørdi eina rættiliga einastandandi avtalu við seismikkfelagið Veritas DGC. Teir keyptu alt seismiska tilfarið, sum felagið hevur skotið á føroyskum øki, og tað ikki so lítið. Veritas man vera eitt tað seismikkfelagið, sum hevur brúkt mest orku uppá føroyska økið og tann partin av Hvítu sonuni, sum bleiv føroyskur við marknaavtaluni við bretar. Umframt at keypa/leasa tilfarið hava teir eisini leigað teldurnar til at tulka seismikkin við, og hetta eru millum mest framkomnu teldur av sínum slag í oljuverðini.

Terje Hagevang sigur víðari, at Føroya Kolvetni við hesum tilfarinum og tí tulkingarbeiði, sum teir tríggir frá Sagex hava gjørt nú í eina tíð, vil vera sera væl fyri í komandi útbjóðing. -Hetta tilfarið frá Veritas hevur so ómetaliga stóran týdning fyri komandi leiting. Tað er av slíkum slag, at vit kunnu síggja heilt nýggj og spennandi øki á føroyska landgrunninum, sum kunnu vera áhugaverd í sambandi við boring sigur norðmaðurin, sum eisini heldur, at Norsk Hydro eigur at sláa kalt vatn í blóðið.

-Mær vitandi eru Norsk Hydro og Føroya Kolvetni nøkur av teimum feløgunum, sum mangla samstarvspartnarar, og tí vil eg vegna Føroya Kolvetni fegin rætta eina hond út til Norsk Hydro og skóta upp, at Føroya Kolvetni og Norsk Hydro saman við Anadarco og kanska enn einum felag fáa í lag eitt skilagott sam-

starv á Føroyaøkinum.


Drúgvar royndir

Terje Hagevang, sum hevur sera drúgvar royndir í oljuvinnuni sigur annars, at tað er misskilt, um nakar heldur, at hann situr inni við eini serstakari vitan um Føroyaøkið. -Eg havi arbeitt við øllum Atlantsmótinum (Atlantic Margin) ein stóran part av lívi mínum og henda vitan fevnir um alt økið, sum jú røkkur úr Írlandi til Norðurnoreg. So talan er ikki um eina serstaka vitan um Føroyaøkið isolerað frá restini. Talan er um eina heildarmeting av einum stórum samanhangandi øki. Við seismikkin frá Veritas ber nú til at fara nógv meira nágreiniliga til verka, og eg haldi heldur ikki eg sigi ov nógv, um eg sigi, at hesin seismikkurin og tulking okkara av honum, kundi komið Norsk Hydro og øðrum feløgum í bólkum sera væl við.

Við hesum vil Terje Hagevang eisini siga, at eitt samstarv millum Hydro og Føroya Kolvetni kundi skapt eina vinnarastøðu fyri báðar partar. Men við at fasthalda eina stevning sum ta umrøddu, so kann tað henda, at tað ikki bara verður Føroya Kolvetni, sum verður tapari í hesum spæli, men eisini Norsk Hydro. -Eg dugi ikki at síggja, hví eitt so stórt og virt norskt oljufelag skal seta kílar í í ta fyrstu føroysku útbjóðingina og har serstakliga skapa einum føroyskum oljufelag trupulleikar.

Terje Hagevang ivast ikki í, at tað eisini hevði kunnað gagnað Norsk Hydro, sum jú hevur mist eitt stórt franskt oljufelag í sínum bólki, um tað fekst eitt skilagott samstarv við Føroya Kolvetni umframt okkurt stórt útlendskt oljufelag. -Tann vitan, sum vit hava fingið við at keypt seismiska tilfarið og leigað arbeiðsteldurnar hjá Veritas, er so mikið áhugaverd fyri nettupp 1. útbjóðing, at eg enn einaferð vil undirstrika, at Norsk Hydro og tess samstarvsfelagar áttu at umhugsað eitt samstarv við Føroya Kolvetni.

Í einum svari til rættin í Oslo sigur sakførarin hjá teimum trimum Sagexfólkunum, at einki grundarlag er fyri umrøddu stevning. Hann sigur annars, at hann hevur varhugan av, at Norsk Hydro bert hevur eitt endamál við hesi stevning og tað er at geva Føroya Kolvetni trupulleikar í sambandi við útbjóðingina. -Felagið hevur vitað um samstarvið millum teir tríggjar oljuserfrøðingarnar og føroyska oljufelagið síðani desember 99 og hevur einki gjørt við málið fyrr enn nú beint undan afturlating av útbjóðing - tvs. so stutt áðrenn afturlatingina, at Føroya Kolvetni neyvan fær søkt um lisens uttan hjálp frá Sagex. Var Norsk Hydro farið í rættin longu í desember, so hevði Sagex havt møguleika at tikið seg aftur og harvið kundi Føroya Kolvetni fingið sær aðrar ráðgevar sigur sakførarin hjá teimum trimum Sagexfólkunum.