Rætting viðvíkjandi Økisterapi í Øki 2.

Kristbjørg Toftegaard

Leiðari
Røktarheimið á Mørkini
-----

Havi nú í samband við valstríðið til kommunuvalið lisið fleiri lesarabrøv, har sagt verður at tað eru settir 4 økisterapeutar í Heimatænastunu øki 2 samanborði við øki 1, har bert 2 terapeutar eru settir. Mett verður at hetta ikki er í samsvar við fólkatali í økinum.
Hetta er ein stór misskiljing. Tí í øki 2 eru allir terapeutar á eldraøkium settir í eitt økis toymi - eisini teir, ið settir eru á Sýnini, Mørkini og Grønanesi. Hetta toymið samstarvar innanhýsis, tvørfakligt við aðrar yrkisbólkar, við røktarheimini og við kommunurnar - og tí kunna vit í Øki 2 bjóða borgarunum í økinum endurmenning, endurvenjing og fyribyrgjandi venjingar.
Tað er mær sagt - eg veit tað ikki við vissu - at út við 20 terapeutar eru í starvi á eldraøkinum í Øki 1/Tórshavnar kommunu. Tað vil siga, at samanborið við okkara øki - og í mun til fólkatalið - eru fleiri ferð so nógvir teraputar í øki 1.
Avbjóðingin liggur tí ikki eina í talinum av terapeutum. Við betri samstarvi og samskipan, so ivist eg ikki eina løtu í, at kreftirnar og karmanir kundi verið brúktar betri enn í dag.