Rætting um Áland

Í seinnu greinini hjá mær um Áland í blaðnum fríggjadagin er ein feilur komin í. Tað verður sagt, at burðartali hjá føroyskum kvinnum er 2,1 meðan tað er 1,6 í Álandi. Rætta føroyska talið er 2,5. Hetta er tískil munandi hægri enn í øðrum londum í vesturheiminum, har tað hjá teimum flestu er undir 2.