Í Sosialinum seinasta fríggjadag var ein grein um dagstovnin Birkilund í Havn. Søgan var, at stovnurin er fongdur við soppi.
Nakrar villur vóru í greinini, og tær verða her rættaðar.
Børnini eru ikki flutt í onnur høli, men arbeitt verður við at finna teimum høli í nærumhvørvinum, soleiðis at hesi verða tøk eftir summarferiuna. Arbeitt verður sostatt fram ímóti, at eingi børn verða í Birkilund eftir summarferiuna.
Hildin var ein góður kunnandi fundur fyri foreldrum og starvsfólkum. Pál Weihe var á hesum fundinum men ikki Arbeiðseftirlitð. Kommunan hevði frammanundan ein forfund við Arbeiðseftirlitið og Pál Weihe
Børnini og starvsfólkini fóru í onnur høli í sama bygningi, meðan vaskað varð.
- Við góðum vælvilja frá leiðaranum og starvsfólkkunum á
stovninum, varð vaskiætlan gjørd. Rúmini sum skuldu vaskast, vóru ikki í brúki, meðan hesi vóru vaskað. Tá vóru børnini aðrastaðni á stovninum ímeðan. Flestu hølir vóru eftirmátað av ráðgevanum. Ráðgevin metti ikki, at neyðugt varð at gera eftirmáting av øllum vaskaðum hølum. Hetta útfrá eini heildarmeting av fyrrtiknumeftirmátingum, sigur Harald Bjørgvin, leiðari á húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu.