Vegna
Føroya Kommunufelag
Rósa Samuelsen
Formaður
Í tíðindasendingini á middegi Hósdagin 16 november, var ein av yvirskriftinum at “ Kommunurnar eiga at yvirtaka eldraøkið, men neyðugt er at skipa tær í størri eindir fyrst, ta heldur Føroya Kommunufelag”...
Hetta metir Føroya Kommunufelag vera ein sera missvísandi yvirskrift. Talan var um eina samrøðu ímillum útvarpskvinnu og stýrislim í Føroya Kommunufelag, har ið nevndi stýrislimir legði fram sína persónligu fatan av, hvørt eldraøkið skal leggjast kommununum at umsita, og hvørjar fyritreytir eru neyðugar um hetta skal lata seg gera.
Føroya Kommunufelag vil við hesum boða frá at felagið ikki hevur melda út, at kommunurnar eiga at yvirtaka eldraøkið, og at fyritreytin fyri hesum er størri kommunalar eindir
Føroya Kommunufelag vil hinvegin vísa á, at felagið altíð hevur havt tað fatan, at um kommunusamanleggingar skulu fara fram, so er tað tær einstøku kommunurnar sum skulu taka støðu til hetta. Hvørji øki skulu leggjast út, í hvørji ræðfesting og undir hvørjum umstøðum hetta skal henda, er eftir felagsins tykki ein samráðingarspurningur ímillum land og kommunur.