Rætting til rætting

   

Erhard Jacobsen finst í Sosialinum týsdagin at tíðindunum í Útvarpi Føroya sunnudagin 10. nov. um, at teir mongu dieselbilarnir hava økt munandi um koltvíiltuútlátið, CO2-útlátið, sum kemur frá bilum.
Erhard Jacobsen metir seg hava prógv fyri, at dielselbilar í roynd og veru dálka minni enn bensinbilarnir.
Útvarpið vil hinvegin greitt vísa aftur, at stovnurin ber óálítandi sensatiónstíðindi, soleiðis sum greinskrivarin vil vera við.
Tíðindini endurgeva trúliga umhvørvisfrágreiðingina, sum Oljumálaráðið hevur latið gera. Kanningin sigur, at koltvíútlátið frá akførum er økt 54 prosent í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2001, og at stóra økingin stavar frá dieselolju. Í kanningini verður víst á, at talið á dieselbilum í Føroyum er økt nógv tey seinastu árini.
Sostatt er talan um væl undirbygd tíðindi, har víst varð til kelduna.
Upplýsingarnar hjá Erhardi Jacobsen kunnu vera áhugaverdar og viðkomandi, men tað gevur ikki greinskrivaranum rætt til at skjóta boðberan niður, tá hann endurgevur eina nýggja føroyska umhvørviskanning.