Rætting til Otto Vest

Í Sosialinum hin 7. desember er ein tíðindastubbi um skaðan, sum kyndilsmessuódnin í 2008 voldi í bygdunum Hvalba og Skálavík. Borgarstjórin Otto Vest sigur m.a. soleiðis við blaðið:

»Hvalbiar Kommuna hevur ikki fingið eitt klovið oyra í stuðuli frá landinum til ábótina, ið ódnin gjørdi, men í somu ódn fekk havnarlagið í Skálavík eisini skaða, sum kostaði eina slaka millión at umvæla. Men her játtaði landið 400.000 krónur í stuðuli, umframt at skipað varð fyri privatari innsavning, eins og aðrar kommunur samtyktu at lata skálvíkingum stuðul.«
Her verða tvey ting blandaði saman, tá ið borgarstjórin eisini nevnir at skipað var fyri privatari innsavning. Tí privatu innsavningini til Skálavíkar stóð undirritaði, sum er skálvíkingur, fyri, og hevur hon einki við almennan stuðul at gera. Ein hvalbingur kundi tikið stig til tað sama har suðuri.
Annars eri eg samdur í, at tað er ikki rætt bara at veita aðrari bygdini almennan stuðul. Talan var um eina ódn, sum gjørdi stóran skaða við strondina í báðum bygdunum.