Í eini samrøðu í sendingini varð sagt, at bert ein maður smíðar kistur í Føroyum.
Hetta er als ikki rætt.
Eg haldi, at tað er sera kappingaravlagandi fyri hinar í vinnuni, at ein maður sleppur at úttala seg soleiðis alment.
Verfaðir mín, Hans Jacobsen í Havn, hevur síðani 1974 smíðað og selt kistur. Eisini eru aðrir, sum innflyta og selja kistur, eitt nú í Suðuroy, Vágum og i Klaksvík.
Eg haldi tað vera sera harmiligt og óheppið, at slík tíðindi og marknaðarførsla við ósannindum verður send kring alt landið, og at einstaklingar sleppa at "branda" seg á slíkan hátt.
Havi havt samband við Kringvarpið, og mín fatan er, at teir ætla sær als ikki at rætta feilin.
Tí havi eg skrivað hesa rættleiðing til Leivssjóð.