Føroya Verkfrøðingafelag
Vísandi til Sosialin mikudagin 11.juni skal verkfrøðingafelagið boða frá, at tað tíverri av misgávum hevur sent tvey ávegis skriv til blaðið, sum eru endurgivin á síðu 12. Felagið vil við hesum biðja um umbering fyri mistakið.
Skrivið til Løgtingsins umboðsmann er ikki endaligt viðgjørt í nevndini og er av somu orsøk ikki sent umboðsmanninum. Hjálagt er tað endaligt viðgjørda tíðindaskrivið. Í viðgerðini av skrivinum kom nevndin til ta niðurstøðu, at málið um Henning Jacobsen ikki skuldi tvinnast upp í núverandi trupulleikar. Við hesum heitir felagið tí vinarliga á Sosialin um at seta tað endaligt viðgjørda skrivið í blaðið saman við eini umbering frá felagnum.